Tíðindi
Tá 1. flokkur vitjaði Baks og Vesalus
02/05-2023
Hvønn mánadag fer 1. flokkur á útiskúla, sum m.a. inniber, at næmingar og lærarar lata seg í eftir veðrinum, og so fara tey ein túr. Mánadagurin 1. mai var einki undantak, og henda dagin høvdu tey fingið íblástur til túrin frá morgunsanginum fríggjadagin, har 2.b tosaði um seyð í Føroyum. Í forleingilsi av tí, sum 2.b tosaði um fortaldi Jens á Skipagøtu, skúlastjóri, um tvey lomb, sum hann átti, sum itu Baks og Vesalus og sum høvdu fingið eina heldur baldruta byrjan upp á lívið. 1. flokkur gjørdi ikki mætari enn at vitja hesi fittu smálombini heima hjá stjóranum á útiskúlanum í gjár, og tey lata heilt væl at vitjanini.
09.09.2026
Evnisvikan 2026
28.08.2026
Kom og hjálp okkum at týna skøru!
12.08.2026
Vælkomin í 1. flokk!
05.08.2026
Væl afturkomin í skúla
25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika