Tíðindi

Tillagaður telefonpolitikkur

25/08-2023

Vísandi til telefonpolitikkin hjá Hoyvíkar skúla, har høvuðsreglan hevur verið; 

“Í Hoyvíkar skúla nýta næmingarnir ikki fartelefon. Næmingarnir kunnu hava fartelefon við sær í skúla, men tær skulu liggja í skúlataskuni allan skúladagin. Fartelefonirnar skulu vera sløktar ella vera settar í flogstøðu.


Um næmingur ikki virðir reglurnar um fartelefon, práta lærararnir við næmingin um týdningin at fylgja reglugerðini.  
Um næmingur áhaldandi ikki heldur leiðreglurnar, verður telefonin tikin, og foreldrini fáa boð um hetta.”

Leiðslan hevur, saman við starvsfólkahópinum, eftirmett og tikið ta avgerð, at fartelefonirnar framyvir verða samlaðar inn av lærarunum og lagdar í eitt skáp, har tær verða læstar inni, til skúladagurin er liðugur.

Tað hevur víst seg, at næmingarnir ikki halda regluna um, at fartelefonin ikki skal brúkast í skúlanum. Hetta gongur útyvir arbeiðið í skúlanum og trivnaðin hjá næmingum og starvsfólki.

Telefonpolitikkurin hjá Hoyvíkar skúla verður tí soljóðandi:

“Í Hoyvíkar skúla nýta næmingarnir ikki fartelefon. Næmingarnir kunnu hava fartelefon við sær í skúla, men tær verða samlaðar inn, tá næmingarnir koma í skúla og lagdar í eitt skáp, har tær verða læstar inni, til skúladagurin er liðugur. Fartelefonirnar skulu vera sløktar ella vera settar í flogstøðu.”

 
Um næmingur ikki virðir reglurnar um fartelefon, práta lærararnir við næmingin um týdningin at fylgja reglugerðini.  
Um næmingur áhaldandi ikki heldur reglurnar, verður telefonin tikin og foreldrini fáa boð um hetta.”

 Vit, starvsfólkini í Hoyvíkar skúla, ynskja at tit foreldur taka eitt prát við børn tykkara um hesa nýggju regluna umframt at tosa við tey um skynsama fartelefonnýtslu og m.a. happing á netinum.

Við vón um eitt gott og telefonfrítt skúlaár

Vinarliga

Jens á Skipagøtu

Stjóri

12.09.2025
Listaleypurin á vitjan
09.09.2025
Rørslulæra í orðsins sanna týdningi
05.09.2025
Næmingaráðini mannað
03.09.2025
Næmingaráðsval
30.08.2025
6.b vann fiskikappingina 2025
29.08.2025
Skúlarenningin 2025