Tíðindi

6. flokkarnir á floti við Westward Ho

29/08-2023

Hósdagin, 24. august og fríggjadagin, 25. august vóru okkara 6. flokkar, eins og undanfarin ár, á floti við Westward Ho. 

Tað er vorðin fastur táttur, at 6. flokkarnir í kommununi sleppa ein fiskitúr við sluppuni Westward Ho, og eins og undanfarin ár er tilboðið skipað sum ein fiskikapping, sum samstundis gevur lærarum tilfar til lærugreinirnar Heimkunnleiki og Náttúra & tøkni.

Onkur føldi eitt sindur til sjóverk, men vit skilja á lagnum, at tað tíbetur gekk skjótt yvir. 

Fiskiskapurin var so sum so, men vit eru kandidatar til at hava fangað størsta fisk, sum var heili 80 cm. langur og vigaði 5,3 kg. 

03.03.2026
9. flokkarnir hava verið í starvslæru
20.02.2026
Evnisvikan 2026
17.02.2026
Føstulávintsmánadagur í Hoyvíkar skúla
11.02.2026
Lesiløta í 2. flokki
22.01.2026
Kvæðatíð
16.01.2026
Næmingarnir hava frí 5. februar