Boðklivi
30-05-2023
Góðu foreldur
Nú, vit gera orð per min við børnum tykkara, góðu kunnu tit lesa hetta við teimum heima? Hetta snýr seg um 1 min. um dagin (til teir dagarnar, vit hava føroyskt). Eisini er ynskiligt, at tey lesa í 20 min um dagin. Øll hava ikki eina frílesingsbók frá skúlanum, og allar bøkur frá bókasavninum skulu latast inn nú fríggjadagin. Lesingin er við til at gera tykkara barn til ein betri lesara, so hetta kunnu tit hjálpa teimum við, við td at fara oman á býarbókasavnið at læna eina bók, nú tá skúlabókasavnið fer at steingja fyri árið.
Gunnvá
24-05-2023
Góðu foreldur
Vit fara í gongd við orð pr minut, sum vit fara at gera hvønn føroyskttíma fram til summarfrítíðina. Hetta gongur út upp á at venja børnini at lesa skjótari. Lesið meira her
Vinarliga hjálpið og stuðlið tykkara barni at lesa heima HVØNN DAG!
Takk fyri :)
Gunnvá

14.sep
Vit fara at byrja upp á parlesing í viku 38. Børnini eru sett saman tvey og tvey, og tey hava valt sær eina bók, ið hóskar til tey. Vit fara hvønn føroyskttíma í tríggjar vikur (fram til heystfrítíðina) at hava parlesing í 15 min hvørjaferð.
Endamálið er at venja rættleika og fimi - at lesa klárt og týðiligt (vit venja ikki lesiferð enn).
Í skúlanum skulu tey skiftast um at lurta og lesa. Tey skulu steðga á við trupul orð og fáa greiði á, hvussu tey úttalast, og hvat tey merkja.
Heima skulu tey so lesa alt, tey hava lisið í skúlanum umaftur hart fyri einum vaksnum (ella ein part av tí. Tá tey hava lisið í 15 min, er nokk). Prátið við tey um innihaldið. Um tey ynskja at lesa víðari og soleiðis fyrireika seg til dagin eftir, eru tey vælkomin til tað.
Góðu foreldur, gerið hetta saman við barninum týsdagar, mikudagar og fríggjadagar (tá tey hava føroyskt í skúlanum) í nakrar vikur, so tey kunnu gerast betri lesarar. :)
-Gunnvá