Boðklivi

Góðu tit øll
Næmingarnir hava fingið bræv um stuðulsrenning við í taskuna í dag!
Stuðulsrenningin er liður í okkara innsavning "Hjálpandi hondin".
Hetta er eitt tilboð til tykkum foreldur, ommur og abbar og onnur, um at stuðla barni tykkara, tá tað fríggjadagin fer at renna ella ganga í minsta lagi 2 km.
Lættast er nokk at velja eina fasta upphædd, tí ilt er at spáa um, hvussu nógv næmingurin rennur/gongur.
Tað er eisini møguligt at velja eina aðra upphædd fyri hvønn km. - td. 1 oyra pr. metur ella 2 oyru pr. metur.
Annars er øll kunningin um stuðulsrenningina í brævinum.
Tað er ikki neyðugt, at tit geva okkum brævið/lepan aftur. Men vit koma at geva tykkum ein lepa við kunning um, hvussu nógv títt barn hevur runnið/gingið :-)
So flyta tit peningin á konto: 9181 - 138 561 7
Um tit hava spurningar, kunnu tit venda tykkum til okkum.
Vinarliga Gunnvá, Malan, Rachel og Rannvá

Viðvíkjandi bók at lesa.
í 7. flokki ber ikki til at hava felagsupplegg í løtuni, tí so nógv sita í sóttarhaldi. Tískil er avgjørt, at vit nú fara í holt við at lesa hvør sína bók, sum skal leggjast fram síðst í februar mánað / fyrst í mars mánað. Tit fáa spurningar, sum tit skulu svara uppá í smb. við framløguna. Tit, sum ikki hava valt bók vegna støðuni tit eru í, so kundi eg hugsað mær, at tit velja bók í seinasta lagi mánadagin. Tvs. tit sum koma mánadagin, sum ikki hava verið hesa vikuna, kunnu velja eina bók mánadagin. Tey, sum enn ikki hava valt bók og ikki koma mánadagin. Góðu kunnu tit royna at velja eina bók heima. Tá tit hava valt eina bók, skulu tit siga mær frá hvørja bók tit hava valt!
Góðan lesihug :-)
Vinarliga
Malan