Tíðindi
Síðsti skúladagur hjá 9. flokki
19/05-2023
Týsdagin 16. mai hevði 9. flokkur sín síðsta skúladag í Hoyvíkar skúla. Av tí sama var hesin skúladagurin øðrvísi enn vanligir skúladagar.
Næmingarnir í 9. flokki høvdu syrgt fyri, at alt ikki var, sum tað plagar at vera, tá vit onnur møttu í skúla týsmorgunin. Umframt hetta skipaðu tey fyri undirhaldi fyri næmingar og lærarar, tann obligatoriski fótbóltsdysturin móti lærarunum bleiv spældur, og so kastaðu tey bomm og karamellur til næmingarnar, áðrenn tey takkaðu fyri seg.
Vit takka 9. flokki fyri ein væl eydnaðan síðsta skúladag og ynskja teimum allar bestu eydnu við próvtøkunum sum standa fyri framman.
08.05.2025
Innbjóðing til kunningarfund
20.04.2025
Gleðiligar páskir
15.04.2025
Hoyvíkar skúli søkir eftir einum varaskúlastjóra afturat
13.04.2025
Lærarastørv leys at søkja skúlaárið 2025/2026
11.04.2025
7. flokkarnir til skúlaleikir
11.04.2025
9. flokkur í starvslæru