Tíðindi

4. 5. og 6. flokkur flettu í viku 46

28/11-2023

 

At fletta er ein partur av føroysku mentanini, og tí fellur tað okkum natúrligt í Hoyvíkar skúla at fletta saman við næmingunum, har teir eisini fáa møguleika fyri at vera við at hjálpa til. 

Hósdagurin, 16. novembur varð settur av til høvið, sum er partur av undirvísingini í náttúru/tøkni í 4.5. og 6. flokki. 

Vit høvdu lokkað Jens á Skipagøtu niðan aftur í skúlan til endamálið, og hann fletti saman við Olufi Múller. Sum altíð eydnaðist tað væl, og teir dugdu væl at fáa næmingarnar við. Onkur hjálpti til við at skjóta, onkur av svæva, og nógvir næmingar vóru óførir at tumma. Eisini hjálptu teir við at taka vombina og partar av innvølinum og krovinum. 

Greitt varð frá um blóð, fótamør, tálg, vembur, bløðru, mørin, hjarta, lungu og nýru - og mangt annað. 

Tá liðugt varð at fletta, vórðu krovini hongd upp. 

Næmingarnir vóru sera ágrýtnir og hugagóðir og vildu fegnir taka lut í flettingini. 

Myndirnar tala fyri seg

08.05.2025
Innbjóðing til kunningarfund
20.04.2025
Gleðiligar páskir
15.04.2025
Hoyvíkar skúli søkir eftir einum varaskúlastjóra afturat
13.04.2025
Lærarastørv leys at søkja skúlaárið 2025/2026
11.04.2025
7. flokkarnir til skúlaleikir
11.04.2025
9. flokkur í starvslæru