Tíðindi
4.b dagstúr í Kollafirði
03/10-2024
Mikudagin, 2. oktober var 4.b ein dagstúr í Kollafirði. Tey høvdu ein góðan og hugnaligan túr. Tey øll stuttleikaðu sær leingi í hylinum, og so stuttligt at síggja, hvussu øll spældu so væl saman, gentur og dreingir. Tá tey komu upp, fóru tey í hitarúm og so út at eta matpakka. Eftir hetta, fóru tey áspæliplássið, og síðani oman í bygdahandilin at keypa okkurt lekkurt.
Busstúrurin við bygdaleiðum var eitt hitt
Tey hava í dag skrivað ein setning í part um túrin. Soleiðis skriva tríggir næmingar:
- so stuttligt at svimja og koyra við bygdaleiðum við vinum.
- tað besta var at svimja og eta bomm
- tað stuttliga við túrinum var at vera í bláa bussinum, fáa láturkrampa og at svimja
12.11.2024
Kunning um jólahaldið 2024
04.11.2024
Seinasta freist at stilla upp til skúlastýrið er í morgin
28.10.2024
Tað er í kvøld kl 19.00, at vit síggjast
24.10.2024
Hvat ætlar kommunan við Hoyvíkar skúla?
21.10.2024
Vallistarnir liggja klárir
11.10.2024
4. 5. og 6. flokkur hava flett