Virðir

Virði og reglugerð

6 góðir setningar um Hoyvíkar Skúla

  • Í Hoyvíkar skúla samstarva heim og skúli
  • Vit møta stundisliga og fyrireikað
  • Vit virða hvør annan og ganga væl um skúlan og umhvørvið
  • Vit eru íðin, høvisk og fyrikomandi
  • Vit læra hvønn dag
  • Inni er altíð arbeiðsfriður

Virði, sum vit leggja dent á

  • Trivnaður
  • Medábyrgd
  • Samstarv
  • Undran og forvitni
  • Karmar
  • Virðing

Hvat leggja vit í virðini:

Trivnaður:

Vit ynskja, at í skúlanum skal ein positivur andi valda. Vit hava skyldu til at skapa umstøður fyri trivnaði og menning hjá øllum, sum virka í skúlanum.

Medábyrgd:

Øll kenna sína ábyrgd í skúlanum. Medábyrgd og ávirkan fylgjast.

Samstarv: 

Vit ynskja eitt opið og virðiligt samstarv millum næmingar, starvsfólk og heimini.

Undran og forvitni: 

Vit ynskja eitt kveikjandi umhvørvi, sum innbjóðar til menning og vitan bæði fakliga og kreativt.

Karmar:

Karmarnir í skúlanum eru tryggir, sjónligir og álítandi.

Virðing:

Virðingin fyri hvør øðrum og umhvørvinum liggur til grund fyri øllum virksemi í skúlanum.