Boðklivi
Boðklivi 2. flokkur
Umhvørvisveiða
Hesi skulu møta í seinasta lagi kl 07.55 í morgin 04.05: Baldur, Bastian, Samuel, Boas, Teitur, Jón Dávur, Kristian, Irena Louisa, Selma, Olivia, Vón, Kathrin, Sofía, Sólja og Hanna.
Nýggjar tíðir til foreldra- og næmingaviðtalur.
Tær nýggju viðtalurnar eru hósdagin 31. mars. Um ikki ber til at koma ásettu tíðina, kunnu tit býta um tykkara ímillum, men boða okkum frá broytingunum.
11.30 | Helgi |
11.50 | Aura K. |
12.10 | Bastian |
12.30 | Naomi |
12.50 | Martin |
Nýggjar viðtalutíðir við Súsannu og Sóleyð
Viðtalurnar, sum blivu avlýstar mánadagin 21. mars, eru nú fluttar til hósdagin 31. mars. Um ikki ber til at koma ásettu tíðina, kunnu tit býta um tykkara ímillum, men boða okkum frá broytingunum.
14:00 | Sólja |
14:20 | Hanna |
14:40 | Vón |
15:00 | Sigga |
15:20 | Jón Dávur |
15:40 | Nóam |
09.03.2022
Góðu tit øll
Næmingarnir hava fingið bræv um stuðulsrenning við í taskuna í dag!
Stuðulsrenningin er liður í okkara innsavning "Hjálpandi hondin".
Hetta er eitt tilboð til tykkum foreldur, ommur og abbar og onnur, um at stuðla barni tykkara, tá tað fríggjadagin fer at renna ella ganga í minsta lagi 2 km.
Lættast er nokk at velja eina fasta upphædd, tí ilt er at spáa um, hvussu nógv næmingurin rennur/gongur.
Tað er eisini møguligt at velja eina aðra upphædd fyri hvønn km. - td. 1 oyra pr. metur ella 2 oyru pr. metur.
Annars er øll kunningin um stuðulsrenningina í brævinum.
Tað er ikki neyðugt, at tit geva okkum brævið/lepan aftur. Men vit koma at geva tykkum ein lepa við kunning um, hvussu nógv títt barn hevur runnið/gingið :-)
So flyta tit peningin á konto: 9181 - 138 5617.
Um tit hava spurningar, kunnu tit venda tykkum til okkum.
03.03.2022
Evnisvika 07 til 11 mars 2022
Foreldra- og næmingaviðtalur í 2. flokki.
11.01.2021
Góðu tit
Tað gerast alt fleiri og fleiri næmingar, sum mugu vera í sóttarhaldi orsaka av covid 19. Í verandi støðu hava vit gjørt av, ikki at senda bøkur og aðrar uppgávur heim. Næmingarnir eru sjálvandi vælkomnir at finna sær okkurt at lesa, rokna, skriva ella tekna, meðan teir eru heima og annars fylgja við á vikuætlanini.
Hósdagur 10. februar 2022
Skundboð viðv. koronu.
Í dag hevur leiðslan í Hoyvíkar skúla fingið fráboðan um, at 1 næmingur í 2. flokki hevur fingið staðfest Covid 19.
Víst verður til almennu tilmælini frá myndugleikunum á www.korona.fo
Hava tit spurningar ella ivamál hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Hans Jón Thomsen, stjóra, á tlf. 783300.
14.12.2021
Góðu tit
Hesa vikuna hava næmingarnir ymiskt heim við, sum tey hava gjørt til jóla, so vinarliga
hyggið í taskuna.
Heilsan vit í 2.flokki
5. novembur 2021
Lesiløta í skúlanum
Komandi tvær vikurnar verður lesiløta í øllum flokkum í Hoyvíkar skúla. Í skúlanum hava vit parlesing og vit lesa hálvan tíma hvønn morgun. Vit hava tikið lesilummarnar inn og heima lesa tit í bókini "Hervør, Høgni og hini". Í samband við søguna "Virgar fer á flot" fara vit at arbeiða við tí føroyska bátinum.
22.09.2021
Kunning
Góðu foreldur.
Í dag hava næmingarnir fingið eitt bræv heim við frá heilsufrøðinginum. Brævið liggur í postmappuni. Tit fylla
tað út heima og taka tað við aftur í skúla, í seinasta lagi mánadagin 20.septembur.
22.09.21
Hvat skal vera í pennahúsinum:
Blýantar, litblýantar, saksur, linjál (min: 20cm), viskuleður og límstift
22.09.21
Minst til at flyta 200 kr á flokskonto. Konto nr: 9181 4228881
10.septembur 2021
Góðu tit
Skriv í samband við spælibólkar liggur í postlummanum, sum liggur í skúlataskuni.
25.09.21
Felags foreldrafundur hósdagin 02.09.21 kl. 19.00
16.12.2020
Góðu foreldur!
Vit skulu hervið boða frá, at vit hava fingið fráboðan um skrubb í flokkinum.
Sí leinkju um kunning:
http://www.gigni.fo/Index.asp?pID=%7BE0C1E65A-DBCF-4D95-B035-06E838B50BD5%7D&cID=%7B4464B142-FE34-446A-90F7-94632240C2E4%7D&RowID=%7BEB9A2D8F-EE21-47A0-B685-F3D418FA7505%7D
https://www.apotek.fo/heilsa/go%C3%B0-ra%C3%B0/boern/skrubb?fbclid=IwAR3gf3bUAVEs1UiDXiMh46dt_jk2_tZ-tM_OQ3z04arHoAB19kqQTNP8yWQ
Føroyskt
Lesivenjing
Vit hava nú lært 8 bókstavir úr bókstavaraðnum. Tað er sera umráðandi, at tit venja heima – finna ljóðini og læra at minnast bókstavirnar.
Heimaarbeiðið er fyrst og fremst at venja bókstav og ljóð ella lesa tað, sum er í Sóljuni. Tá ið heimaarbeiðið er at lesa, skal síðan lesast í minsta lagi tvær ferðir. Sóljan er væl egnað at venja lesing í. Av og á ber til at blaða aftur í bókini og lesa umaftur. Heimaarbeiðið eigur í mesta lagi at taka uml. 15 min.
Fyri nakrar næmingar er heimaarbeiðið skjótt at gera, og tí hava teir næmingar, sum eru tryggir í hesum fyrstu bókstavunum, fingið bók afturat heim við í einum plastlumma. Hetta er ein lesibók við bókstavum, sum vit hava lært higartil. Bókin í ”lesilummanum” er ætlað sum lesivenjing heima.
Fyrstu ferð, bókin verður lisin, lesa vit hvørja síðu tvær ferðir. Bókin skal lesast tríggjar ferðir. Næmingurin lesur hart upp fyri einum vaksnum, og hvørja ferð verður skrivað dato í pappírið, sum fylgir við í ”lesilummanum”. ”Lesilummin” skal helst vera í taskuni hvønn dag. Vit skifta bók eina ferð um vikuna.
18.09.2020
Ein avbera góður rennidagur. Vit í 1. Flokki kláraðu at renna 457 rundir tilsamans á rennibreytini. Miðaltalið fyri flokkin var 8,2 km við gongutúrinum oman og niðan. Mega kuul ;)
Gott vikuskifti ☺️
Toymið
16.08.2020
Vit hava fingið kunning um, at barnaormur er í flokkinum.
Sí leinkju um kunning:
https://www.apotek.fo/heilsa/go%C3%B0-ra%C3%B0/boern/barnaormur
04.02.2020
Flokskonto: Minnist til at gjalda 200 kr.
Vika 37: Frá mánadegnum 7. sept. verður skúlagongdin skipað sum vanligt, og tí fara vit til tí vanligu tímatalvuna. Næmingarnir møta í tíðarbilinum frá kl.07.50 - 08.10.
28.08.2020
Minnist til at hava saks og límstift við í skúla hvønn dag og skriva navn á øll amboðini í penalarhúsinum.
'Corona' tímatalvan heldur fram í viku 36 - tí ber enn til at møta í tíðarbilinum kl.7.50-8.20 um morgunin.