Lærugreinar

Lærugreinar 3.a

Føroyskt

Rokning

Tøl 0-20

Leggið talkortini í røttu raðfylgju. Kann gerast bæði vaksandi og minkandi.

Grannatøl

Grannatøl eru tølini, sum eru eitt minni og eitt størri enn talið í miðjuni.

Tit kunnu byrja við at biðja næmingin taka eitt tal, t.d. 12. Síðani skulu tey finna grannatølini, siga hvussu tey eita og fortelja hvat tal er áðrenn og aftaná.

Finn talið

Ringla við 2-4 terningum. Tel eygu og finn rætta talið.

Tøl á rað

Tak eini 5 tilvildarlig talkort úr bunkanum og lat næmingin skipa tølini í raðfylgju.