Boðklivi
Fríggjdagur 6. mai 2022
Bræv frá foreldraumboðunum
Týsdagur 5. apríl 2022
Flokskonto
Nakrir næmingar hava fingið ein lepa við í postmappuna. Hetta eru tey, ið ikki hava goldið inn á flokskontina. Vinarliga flytið peningin :-)
Týsdagur 8. mars 2022
Góðu tit øll
Næmingarnir hava fingið bræv um stuðulsrenning við í taskuna í dag!
Stuðulsrenningin er liður í okkara innsavning "Hjálpandi hondin".
Hetta er eitt tilboð til tykkum foreldur, ommur og abbar og onnur, um at stuðla barni tykkara, tá tað fríggjadagin fer at renna ella ganga í minsta lagi 2 km.
Lættast er nokk at velja eina fasta upphædd, tí ilt er at spáa um, hvussu nógv næmingurin rennur/gongur.
Tað er eisini møguligt at velja eina aðra upphædd fyri hvønn km. - td. 1 oyra pr. metur ella 2 oyru pr. metur.
Annars er øll kunningin um stuðulsrenningina í brævinum.
Tað er ikki neyðugt, at tit geva okkum brævið/lepan aftur. Men vit koma at geva tykkum ein lepa við kunning um, hvussu nógv títt barn hevur runnið/gingið :-)
So flyta tit peningin á konto: 9181 - 138 561 7
Um tit hava spurningar, kunnu tit venda tykkum til okkum.
Vinarliga Sóleyð, Laufey og Bjørg
Fríggjadagur 4. mars 2022
Góðu foreldur
Í komandi viku, viku 10 (7. – 11. mars), verður evnisvika í Hoyvíkar skúla. Vit fara at samla pening inn til børn í neyð – beint nú serliga í Afghanistan og Ukraina. Vit kalla hetta tiltakið fyri Hjálpandi hondin.
Hetta verður ein vika, har vanliga tímatalvan verður sett til síðis, og børnini sleppa at arbeiða upp á øðrvísi mátar.
Hvør morgun byrjar inni í Pyramiduhøllini, har vit syngja nakrar sangir saman og hoyra ein stuttan fyrilestur ella søgu. Síðani fara vit út í verkstøð.
Fyri at samla pening inn, ætla vit, at børnini gera ymiskt gjøgnum vikuna, og so bjóða vit tykkum avvarðandi at koma á skúlan hósdagin millum kl 15-18, har tað, børnini hava gjørt, verður selt, og eisini verður møguleiki at keypa the, kaffi og okkurt søtt afturvið.
Vit vóna, at hetta verður ein spennandi og lærurík vika fyri okkum øll, og eisini vóna vit at síggja fleiri av tykkum her hósdagin millum 15-18 og geva tykkara stuðul.
Hoyvíkar skúli
14. februar 2022
Lesivenjing í føroyskum
Vit velja nú, í nakrar vikur fram, at lesivenja í bókini ”Hervør og Høgni í triðja”. Hetta er ein bók, sum er ætla til 3. flokk og tí halda vit, at hon hóskar seg væl at venja í.
Í skúlanum arbeiða vit í ”Nem” tilfarinum og í hesum tilfari er ikki so nógvur tekstur til lesivenjing. Tí velja vit, at tit heima skulu venja í ”Hervør og Høgni í triðja”.
Í vikuætlanini seta vit á, hvørjar síður tit skulu lesa til hvønn dagin. Hesar síður skulu lesast tvær ferðir hart upp saman við einum vaksnum. Hetta tilfarið hava vit ikki gjøgnumgingið í skúlanum áðrenn.
Í hesum tíðarskeiðnum fara vit ikki at brúka lesilumman nógv.
04.02.2022
29. novembur
Kunning
Hóast fleiri næmingar eru heima sjúkir ella í sóttarhaldi, royna vit at hava vanliga skúlagongd. Hesa vikuna skriva vit søgur, lesa og venja jólasangir.
Vit velja at viðhefta sangirnar og lagið her. Tó er ikki meiningin, at tit heima skulu terpa teir, men tit kunnu venja eitt sindur :-)
https://www.youtube.com/watch?v=YKBDrA58sGE
Onki her í heimi er stillari enn snjó.pdf
https://www.youtube.com/watch?v=wGk3MBjpwqQ

5. november 2021
Lesiløta í skúlanum
Komandi tvær vikurnar verður lesiløta í øllum flokkum í Hoyvíkar skúla, hvønn morgun frá kl. 9:00 til 9:30
Í skúlanum hava vit parlesing og heima lesa tit frítt í Finku.
27. oktober 2021
Spælibólkar
Vegna corona velja vit ikki at seta spælibólkarnar í gongd enn.
20.09.2021
Her er eitt gott 10´ara spæl, sum man kann spæla á teldu, ipad ella telefon
https://www.mathplayground.com/number_bonds_II.html
17. september 2021
Kunning frá felags foreldrafundinum mikukvøldið 15. sept.
Sum vit nevndu á foreldrafundinum verða foreldraviðtalurnar mánadagin 27. sept., mikudagin 29. sept. og mánadagin 4. okt. Tíðirnar vera í postmappuni mánadagin 20. sept.
Flokskonto: 200 kr. skulu flytast á konto 9181 - 534 666 7 - viðmerkið navnið á barni tykkara.
Viðvíkjandi i-bókunum á snar.fo er ikki møguligt hjá tykkum enn at logga á. Næmingarnir fara í næstum at fáa ein brúkara, soleiðis at tað gert møguligt at koma inn.
1. september 2021
Felags foreldrafundur verður í Pyramiduhøllini mikudagin 15. september kl 19:00 - 20:30
27.august
Bólkur 1 byrjar í myndlist
bólkur 2 byrjar í handarbeiði og
bólkur 3 byrjar í tónleiki.
20. august 2021
Vælkomin aftur í skúla
Deiligt at síggja øll aftur. Vit hava fingið tveir nýggjar næmingar í flokkin. Teir eita Alex og Kavi. Vit ynskja teimum vælkomnum í flokkin :-)
7. mai 2021
Komandi vikurnar fara vit at arbeiða við relatiónum.
Í einum stórum flokki sum okkara skapast ymiskir bólkar. Komandi vikurnar fara vit málrætta at seta bólkar saman soleiðis, at næmingarnir fáa møguleika fyri at skapa relatiónir við onnur enn tey, sum tey vanliga velja.
Tí fara vit, ávísar tímar í skúladegnum, at seta bólkar saman, har endamálið er, at læra onnur at kenna og samstarva á ymiskan hátt.
Tað hevði verið gott, um tit heima eisini settu orð á hetta :-)
14. april 2021
Frá foreldraumboðunum:
Mint verður á floksveitslu í pýramiduhøllini fríggjakvøldið 16 apríl kl 17.30 - 20.00!
Vit fara at spæla nøkur felagsspøl, eta pizza, drekka sodavatn og síðani ís og frukt. Aftaná verður diskotek og frítt spæl.
Foreldur kunnu heinta børn og fáa ein kaffimunn millum 19.30 og 20.00
Fyri at tekna børnini til veitsluna, mugu tit geva teimum 100 krónur við í skúla í seinasta lagið hósdagin. Vit hava fingið lærararnar at taka ímóti peninginum. Tey sum hava bjóðað seg fram at keypa og skera frukt fyri 100 krónur, gjalda einki.
Vit gleða okkum!
Vinarliga Foreldraumboðini
Barbara(mamma Jónatan) - tlf 598050
Rigmor(mamma Róar) - tlf 596747
Tróndur(pápi Jónu)
Birna(mamma Sjúrð) - tlf 250469
22. januar 2021
Áminning:
Minnist til at geva børnunum skiftiklæðir og heit klæðir við í skúla.
Tað er umráðandi, at børnini møta til tíðina í seinasta lagi kl. 8.10 - tá byrjar undirvísingin!
15. januar 2021
Undirvísingin byrjar kl. 8:10
Vit hava avgjørt, at frá mánadegnum 18. januar byrjar undirvísingin kl. 8.10. Tað er umráðandi at næmingarnir eru her til tíðina.
12. januar 2021
Spælibólkar
Boð frá leiðsluni viðv. spælibólkar.
Ótryggu umstøðurnar viðv. Corona gera, at mett verður, at tað ikki er ráðiligt at hava vinarbólk í verandi løtu. Skilabest er at bíða til smittutølini í Føroyum, aftur hava verið lág eina tíð.
11. januar 2021
Lús
Her finna tit upplýsingar frá Gigni.
http://gigni.fo/index.asp?pID={2AD47B54-3908-4F6E-81DF-A53166E5F9EC}
4. januar 2021
Vit hava fingið nýggjan næming í flokkin. Hann eitur Dánial. Vit ynskja honum vælkomnan í okkara flokk.
(Tit fáa nýggjan næmingalista í vikuni)
9. oktober 2020
Lesivikur í Hoyvíkar skúla
Hesa vikuna og komandi viku lesa allir næmingar í øllum flokkum "parlesing" hvønn dag í tíðarskeiðinum kl. 9:00 til 9:30
7. oktober 2020
Útsettu viðtalurnar
Viðtalurnar, sum skuldu vera mánadagin 26. okt. verða mikudagin 11. nov. - somu tíðir og sama stað.
9. oktober 2020.
Tìðir til viðtalurnar
Foreldraviðtalur í 2. fl. Laufey og Bjørg.docx
Foreldraviðtalur í 2. fl. Sòleyð og Rannvá.docx
Næmingarnir eru ikki við til viðtaluna.
Tíðirnar eru í postmappuni fríggjadagin 9. oktober.
28. septembur
Kunning
Næmingarnir hava fingið nýggjan telefonlista við heim í postmappuni.
Minnist til at flyta 100 kr. á flokskonto 9181 - 534 666 7
22. septembur
Bræv frá heilsufrøðinginum í postmappuni
Næmingarnir hava fingið bræv frá heilsufrøðinginum við heim. Vinarliga lesið brævið og fylli tað út saman við barni tykkara. Síðani verður brævið latið okkum aftur.
17. septembur
Kunning
Góðu foreldur.
Vit eru gjørd varug við, frá bæði næmingum og foreldrum í 2. flokki, at næmingar í flokkinum ferðast á síðum við pornografiskum tilfari, á netinum. Vit eru vitandi um, at fleiri børn hava sæð myndir frá hesum síðum á snildfonunum. Vit hava tosað við nøkur foreldur og flokkin um hetta. Hóast hetta, fyri tað mesta, fer fram uttanfyri skúlatíð, vilja vit gera tykkum varug við trupulleikan.
Skúlin hevur greiðan telefonpolitikk. Tað er ikki loyvt næmingum í 1., 2. og 3. flokki at brúka telefon/snildfon í skúlatíðini.
Sí kunning á heimasíðu skúlans http://hoy.fo/242
Fleiri næmingar hava telefon/snildfon og tí mugu tit taka ábyrgd av, hvar barn tykkara ferðast á netinum.
Vinarliga
Laufey, Sóleyð og Bjørg
16. septembur
Flokskonta 9181 - 534 666 7
100 kr - viðmerk navn á barninum
2. september 2020
Næmingarnir hava fingið listar við "føðingardagsbólkunum" og "kontaktlærarunum" við heim í postmappuni.
28.august 2020.
Felags foreldrafundur hjá 2.flokki verður í Pyramiduhøllini í stóra skúla mikukvøldið 9. september kl. 19:00 - 20:30
Støddfrøði
Hendan leinkjan er til roknispøl, sum vit arbeiða við í skúlanum. Kanska er neyðugt at avrita hana og seta hana inn í browsaran. Hetta virkar ikki á Ipad.
http://80.77.131.132/multi/1-4nettoppgaver/multi3a
Mánadagur 24. august 2020
Kunning
Í dag hava næmingarnir fingið bókina "Finka" heim við. Hetta er ein nýggj taskubók, sum ferðast millum heim og skúla, og tí er neyðugt at tit binda bókina inn.
--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
11. nov. 2019
Kunning um "lesilumman" trýst her
4. okt. 2019
Flokskontoin fyri 1. flokk er stovnað. Kontonummarið er: 9181 - 534.666.7 - so vinarliga setið 200 kr. á kontoina.