Lærugreinar

Roknivenjingar á teldu

Pluss og minus

 

Minus við snarskivu

Rokning

Niðanfyri eru ymisk dømi um venjingar við talkortum.

Kríggj við tveimum kortum. (10'arar og 1'arar)

Tit skulu einans nýta kortini frá 1-9. Deilið kortini javt millum tykkum og leggið 2 kort út. Tann sum hevur hægsta talið vinnur øll kortini. (Minnist til at siga hvussu talið eitur)

Hvør fær fyrst fult rað

Skiftist um at taka kort úr einum bunka og velji eitt stað at leggja kortið. Tann sum fyrst fær lagt øll kortini vaksandi vinnur.

Kríggj við tveimum kortum (pluss)

Leggið tvey kort út hvør. Hægsti summurin vinnur. Um summurin er tann sami, so er kríggj.

Tøl á rað

Leggið talkortini í røttu raðfylgju. Kann gerast bæði vaksandi og minkandi.

Grannatøl

Grannatøl eru tølini, sum eru eitt minni og eitt størri enn talið í miðjuni.

Tit kunnu byrja við at biðja næmingin taka eitt tal, t.d. 12. Síðani skulu tey finna grannatølini, siga hvussu tey eita og fortelja hvat tal er áðrenn og aftaná.

Tøl á rað

Takið eini 5 tilvildarlig talkort úr bunkanum og latið næmingin skipa tølini í raðfylgju.

Hvør vinnur flest kort

Verður spælt sum kríggj. Tann sum hevur hægsta talið vinnur bæði kortini.

Finn talið

Tit kunnu t.d. ringla við 3-4 terningum, og biðja næmingin telja eygu og finna talið.