Tíðindi

Hvussu nógv lesa børn?

15/11-2017

Í tíðarskeiðnum frá 13. - 24. november 2017 verður kanning gjørd av lesivanunum hjá skúlabørnum í fólkaskúlanum. Kanningin verður gjørd í 4., 6. og 9. flokki í einum tilvildarligum úrvali av skúlum kring alt landið. Tilsamans svarar hetta til 72% av næmingunum í hvørjum av árgangunum.

Tey, ið standa fyri kanningini, eru ein verkætlanarbólkur við Marjun Ziskason, ritstjóra á Námi, Turið Kjølbro, ritstjóra á Bókadeild Føroya lærarafelags, Lydiu Didriksen, námslektara á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og Sissal M. Rasmussen, ph.d-lesandi. Fyritøkan Lóður við Hera á Rógvi og Hera Joensen taka sær av kanningini.


Mentamálaráðið, Føroya lærarafelag, Starvsmannafelagið, Landsbókasavnið, Skúlabókasavnið við Løkin og Býarbókasavnið í Havn fíggja kanningina.

Endamálið:
Skúlafólk hava í áravís varskógvað, at málførleikin hjá børnum og ungum í skúlaskipanini er viknandi. Vit vita, at málførleiki er altavgerandi fyri, hvussu tað einstaka barnið klárar seg víðari í lívinum og hevur sostatt alstóran týdning fyri samfelagið alt. Vit vita eisini, at tað ber til at børa um málførleikan ígjøgnum lesing, og tí er tað týdningarmikið at fáa ítøkiliga vitan um lesivanar til vega. Vit hoyra nógvar pástandir í tí almenna rúminum um lesivanar hjá børnum og ungum, men vit mangla eina skipaða kanning, sum í tølum kann vísa okkum, hvussu staðan er.
Kanningin verður ein støðulýsing av, hvussu ofta og nógv føroysk børn lesa, hvat tey lesa, á hvørjum máli tey lesa, í hvørjum miðlum tey lesa, um munur er á lesivanunum hjá ymsu aldursbólkunum og so framvegis.

Vit í Hoyvíkar skúla hava játtað at vera til hjálpar at gjøgnumføra kanningina, ið Dátueftirlitið hevur givið loyvi til.
Øll, ið taka lut í kanningini, eru anonym.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór