Tíðindi

Vikan, ið fór

22/03-2024

Vika 12 er liðug, og hóast vit ikki hava havt evnisviku hesa vikuna, so hevur vika 12 innihildið eitt sindur av hvørjum fyri summar av flokkunum. 

9. flokkarnir hava verið í starvsvenjing, og vit gleða okkum at síggja teir aftur eftir páskafrítíðina. 

Næmingarnir í 8. flokki hava lagt sínar verkætlanir fram, og tað hevur gingið væl. 

7.a var á einum góðum seturskúla í Klaksvík

Næmingar í 3. og 5. flokki hava luttikið í talvkapping, og tað gekst teimum væl.

Í dag eru næmingarnir farnir í væl uppiborna páskafrítíð, og vit síggjast aftur 2. apríl kl. 08:00

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór