Tíðindi

Talgildur harðskapur – hvat gera vit?

19/04-2024

Kom til spennandi temakvøld í Hoyvíkar Skúla týskvøldið 23. Apríl kl 19.00 í Pyramiduhøllini, har evnið Talgildur harðskapur verður sett á breddan. Skúlastýrið skipar fyri í samstarv við SSP-Ráðgevingina.

Tit hava helst sæð ella hoyrt um sendingina “Alene hjemme på nettet” á DR ella hoyrt umrøðuna av hesari í føroysku miðlunum. Okkara børn og ungu ferðast á netinum, har tey kunnu verða útsett fyri harðligum myndum og talu, hóttanum, lokking og grovari happing, alt ímeðan vit foreldur standa maktarleys yvirfyri avbjóðingini - ofta óvitandi um, hvat gongur fyri seg. Tí hvussu støðga vit hesum? Hvussu fáa vit okkara børn í talu um hetta?

Hetta hevur SSP-ráðgevingin nøkur boð upp á, og tí fara vit at hoyra frá Daisy Iversen um, hvat talgildur harðskapur er, og hvat vit kunnu gera við hann, og Mariann Reinert, sum er SSP-umboð frá politinum fer at greiða frá, hvussu vit ferðast tryggari á netinum.

Møguleiki verður fyri at seta spurningar og kjakast um evnið, og ein drekkamunnur verður at fáa. Eisini verður ársfrágreiðingin hjá Skúlastýrinum lisin upp. Tiltakið er knýtt at árliga foreldrafundinum hjá Skúlastýrinum.

 

Møtið fjølment! 

Skúlastýrið í Hoyvíkar skúla

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór