Tíðindi

Ung og lívið

21/02-2018

Sum liður í SSP arbeiðinum á skúlunum og ungdómshúsunum í Tórshavnar kommunu verður skipað fyri áhugaverdum evnisdøgum fyri øllum 7. flokkunum í kommununi í tíðarskeiðnum frá 21. - 23. februar 2018.

Hesar tríggjar dagarnar fara næmingar í 7. flokkunum at vera saman við sínum floksfeløgum, men fáa samstundis høvið at møta javnaldrum frá øðrum skúlum í kommununi.

Upplegg verður frá lærarum og SSP lærarum. Eisini vera ymiskir fyrilestrar á skránni.

Evnið er "Ung og lívið" og lyklaorðið er "Sálarligur trivnaður".

Við at vera virkin á ymiskan hátt, vera partur av einum felagsskapi og at gera ymiskt við fullum huga, ið gevur meining fyri einstaklingin, kann ein styrkja og bøta um sína sálarligu heilsu. Hetta er av stórum týdningi fyri trivnaðin hjá okkum menniskjum.

Ráðini er: Ver virkin, ver saman, ver hugbundin.

Evnisdagarnir enda við eini ungdómsveitslu/konsert á Reinsarínum fríggjakvøldið 23. februar 2018. Starvsfólkini í ungdómshúsunum skipa fyri og eru hjástødd alt kvøldið.

Janus Tummas Olsen, SSP lærari, hevur, í samráð við SSP samstarvið í Tórshavnar kommunu, lagt skránna til rættis í Hoyvíkar skúla.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór