Tíðindi

Á flot við Westward Ho

10/09-2018

Eitt tilboð til allar 6. flokkar í Tórshavnar kommunu er, at teir sleppa á flot við Westward Ho. Í síðstu viku vóru okkara 6. flokkar við gomlu sluppini. 

Hettar stendur m.a. skrivað á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu um tiltakið:

Fiskitúrurin er skipaður sum fiskikapping millum 6. flokkarnar. Kappingin verður í september mánað í besta streymi.
Hvør flokkur fær tveir tímar at fiska í. Tann flokkur, sum fær flest fiskar, vinnur kappingina og fær vinnarasteyp til ognar. Fiskur minni enn 25 cm. telur ikki við og verður settur út aftur.
Skiparin skal hava talið á fiskum, sum so verður sent Mentamáladeild býráðsins.

Vit royna fiskimið og plinkar á nærleiðum. Tó er ongantíð meiri enn 1 tími at sigla aftur til Havnar.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór