Tíðindi

Nýggjur varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla

29/01-2017

Jens á Skipagøtu er settur í starvið sum varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla.

Jens á Skipagøtu er 40 ára gamal og tók læraraprógv í 2007. Eisini hevur hann tikið Akademiútbúgving í leiðslu í 2016 umframt at hava leiðsluroyndir á privata arbeiðsmarknaðinum.
Jens á Skipagøtu hevur verið lærari í Hoyvíkar skúla eitt stutt tíðarskeið í 2007. Seinastu 8 árini hevur hann starvast sum lærari í skúlanum við Løgmannabreyt.

Jens á Skipagøtu tekur við starvinum sum varaskúlastjóri í Hoyvíkar skúla tann 1. mars 2017.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór