Tíðindi

Páskafrítíðin longd

10/04-2020

Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarðandi

Uttanríkis- og mentamálaráðið boðar frá, at páskafrítíðin hjá næmingunum er longd fram til og við sunnudagin 19. apríl 2020. Sostatt verður eingin undirvísing aftur fyrr enn mánadagin 20. apríl 2020.

Í tíðarskeiðnum frá 14. - 17. apríl 2020 hevur Hoyvíkar skúli tó opið í neyðugum vavi fyri næmingum, sum ganga í 1. - 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig.
Hendan serskipanin er bara galdandi hjá teimum næmingum, hvørs foreldur starvast innan heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur.
Í teimum førum, har eingin onnur ansing er møgulig, verða foreldrini biðin um at seta seg í samband við Hans Jón Thomsen, stjóri, á tlf. 783300 ella Jens á Skipagøtu, varastjóra, á tlf. 217654.


Skúlagongdin verður tikin upp aftur mánadagin 20. apríl 2020.

Næmingar í 1. - 3. flokki hava møguleika at koma aftur í skúla. Undirvísingin verður skipað fyrrapartar frá kl. 08:00 - 12:00. Frítíðarskúlin og frítíðartilboðið lata upp kl. 12:00.
Tað er tó ikki eitt krav, at næmingarnir í 1. - 3. flokki møta í skúla. Foreldrini taka avgerð um hetta. Næmingar, ið ikki møta í skúla, fáa ein heimasetning frá lærarunum í vikuætlanini til hvønn dagin.

Næmingar í 4. - 9. flokki fáa framhaldandi heima- og fjarundirvísing. Luttøkuskylda er fyri alla heima- og fjarundirvísing.
Undirvísingin heldur fram á henda hátt til 19. juni 2020, um eingi onnur boð koma frá politisku myndugleikunum um, at næmingarnir kunnu fara aftur í skúla.

Samstundis skulu vit boða frá, at próvtøkurnar í 9. flokki eru avlýstar skúlaárið 2019/2020, meðan landsroyndin í 4. og 6. flokki er útsett til september 2020.

Nærri kunning verður í næstu viku.
Eru fyrispurningar annars, eru tit altíð vælkomin at ringja til leiðsluna.


Blíðar heilsanir

Hans Jón Thomsen,
stjóri

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór