Tíðindi

Skúlastýrisvalið 2020

27/10-2020

Vilt tú hava ávirkan á, hvat barn títt lærir í skúlanum, og hevur tú eina meining um, hvørji undirvísingaramboð skúlin skal brúka, og hvørjar fysiskar ábøtur skúlanum tørvar, so kanst tú stilla upp til skúlastýrisval 10. november í ár.

Allir sjálvstøðugir skúlar í Føroyum hava eitt skúlastýri, sum er mannað við umboðum fyri foreldrini, kommunu og starvsfólkini. Skúlastýrini viðgera m.a. læringina og trivnaðin í skúlanum og skulu vegleiða skúlaleiðsluna og kommunustýrið.

Foreldur hava ein stóran leiklut í skúlagongdini hjá einstaka barninum. Tey eru við til at skapa tryggleika, trivnað og læring. Samskifti og samstarv millum skúla og heim hevur tí alstóran týdning, bæði fyri menningina hjá einstaka barninum og menningina hjá skúlanum sum heild.

Samstarvið fer fram í gerandissamskifti millum skúla og foreldur, men við foreldraumboðunum í skúlastýrinum kunnu foreldur eisini fáa beinleiðis ávirkan á, hvussu gerandisdagurin í skúlanum verður skipaður. Øll foreldur við foreldramyndugleika hjá børnum, sum eru skrivað inn í ein ávísan skúla, hava valrætt og valbæri.

Skúlastýrisvalið verður sum vanligt samstundis sum kommunuvalið, og foreldur at skúlabørnunum fáa útflýggjað valseðil til skúlastýrisvalið saman við valseðlinum til kommunustýrið.

Vallistin liggur frammi á skrivstovuni í Hoyvíkar skúla frá týsdegnum 20. oktober 2020.

Foreldur/verjar, ið vilja bjóða seg fram sum valevni til skúlastýrisvalið, kunnu venda sær til Hans Jón Thomsen, valnevndarformann, í seinasta lagi týsdagin 3. november 2020.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór