Tíðindi

Føstulávintshaldið 2021

12/02-2021

Mánadagin 15. februar 2021 verður skipað fyri føstulávintshaldi í Hoyvíkar skúla.
Næmingarnir møta í skúlanum í seinasta lagi kl. 08:45, og skúladagurin verður skipaður fram til kl. 11:20.

Vit fara m.a at sláa tunnu og heiðra kattakongar og kattadrotningar. Sjálvandi fáa næmingarnir eisini okkurt gott, áðrenn skúladagurin er liðugur.

Tá skúladagurin er liðugur kunnu næmingarnir í 1. og 2. flokki fara í frítíðarskúla, meðan næmingarnir í 3. flokki kunnu fara í frítíðartilboðið.

Vónandi fáa vit eitt gott, hugnaligt og stuttligt føstulávintshald við hópin av grýlukløddum næmingum og starvsfólkum.

Kunning frá leiðsluni:
Týsdagin 16. februar 2021 hava næmingarnir í 1. - 9. flokki frí 1. og 2. tíma. Sostatt skulu næmingarnir møta í seinasta lagi kl. 09:50.
Eru tað foreldur at næmingum í 1., 2. og 3. flokki, ið hava fyri neyðini at børnini koma í skúla í tíðarbilinum millum kl. 07:50 og 09:30, so skulu tit venda tykkum til flokslæraran og boða frá hesum í seinasta lagi mánadagin 15. februar 2021 kl. 12:00.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór