Tíðindi

Korona-støðan ávirkar skúladagin.

08/12-2021

Seinnapartin 3. november 2021 sendi Undirvísingarstýrið skúlunum eitt kunnandi skriv í sambandi við, at talið av koronatilburðum vuksu sera nógv fyrst í november mánaði. Víst varð m.a. á, at tað serliga vóru børn og ung, ið blivu smittað.

Tølini av smittutilburðum eru framvegis sera høg, og tí kemur hetta framvegis at hava nakað av ávirkan á skúladagin í Hoyvíkar skúla galdandi fram til og við mikudagin 15. desember 2021.

Allir næmingar møta til vanliga tíð, men verða bidnir um at nýta nevndu inngongdir:
Næmingar í 1. og 2. flokki møta sum vanligt í "Lítla skúla".
Næmingar í 3. flokki, 5. flokki og Serskúlatilboðnum skulu nýta inngongdina á vestara bygningi við kirkjuna.
Næmingar í 4. flokki skulu nýta inngongdina við vindfangið á vestara bygningi oman móti skúlagarðinum.
Næmingar í 6., 7. og 8. flokki skulu nýta høvuðsinngongdina í skúlagarðinum.
Næmingar í 9. flokki møta sum vanligt í barakkini í skúlagarðinum.

Foreldur verða biðin um at lata børnini ganga sjálvi inn í skúlan ella avlevera tey við dyrnar.

Undirvísingin verður í allarstørstan mun skipa sum vanligt. Tó kemur undirvísingin í størri mun at vera skipað í flokshølinum ella uttandura. Vit royna at fyribyrgja, at næmingar samlast á felagsøkjunum í skúlanum.
Næmingarnir verða eggjaðir til bert at vera saman við floksfeløgunum.

Tað er umráðandi, at næmingarnir hava egið pennahús við øllum amboðum - blýantar, litblýantar, blýantspískara, viskileður, linjál, saks, límstift v.m. - alt tað, ið teir hava brúk fyri í undirvísingini.

Vit halda sjálvandi fram við at gera okkum stóran ómak við at hava gott reinføri og royna so vítt møguligt at hava tilmæltu frástøðuna.

Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við Hans Jón Thomsen, stjóra, á tlf. 783300.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór