Tíðindi

Næmingarnir fara í jólafrí 15. desember 2021

10/12-2021

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jenis av Rana, hevur í dag boðað frá, at allir næmingar í fólkaskúlunum fara í jólafrí mikudagin 15. desember 2021.
Hetta hevur við sær, at skúlagongdin í Hoyvíkar skúla verður broytt soleiðis:

Mánadagin 13. desember 2021: Vanlig skúlagongd í øllum flokkum.
Týsdagin 14. desember 2021: Vanlig skúlagongd í øllum flokkum.
Mikudagin 15. desember 2021: Jólahugni og jólahald í øllum flokkum frá kl. 08:00 - 11:20.

Mikudagin 15. desember 2021 kunnu allir næmingar í 1., 2. og 3. flokki fara í frítíðarskúla og frítíðartilboðið kl. 11:20.

Í tíðarskeiðnum frá 16. desember til og við 21. desember 2021 er Hoyvíkar skúli og Frítíðarskúlin í Hoyvík opin fyri teimum børnum, ið ganga í 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig.
Hava foreldur tørv á "neyðansing" í tíðarbilinum millum kl. 08:00 - 12:00, skulu tey venda sær til Hans Jón Thomsen, skúlastjóra, á tlf. 783300 og/ella til Bjarna Beder, stovnsleiðara, á tlf. 214789, um tey hava tørv á "neyðansing" í tíðarbilinum millum kl. 12:00 - 17:00.

Foreldrini vera biðin um at siga frá sum skjótast ella í seinasta lagi týsdagin 14. desember 2021 kl. 16:00.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór