Tíðindi

Innskriving í 1. flokk skúlaárið 2023/2024

15/12-2022

Tórshavnar kommuna boðar nú frá, at foreldur at børnum, ið eftir ætlan skulu byrja í skúla skúlaárið 2023/2024, kunnu skriva barnið inn í 1. flokk, frítíðarskúla og forskúla á netinum.

Innskrivingarfreistin er 17. januar 2023 kl. 13:00.
Leinkjan til innskrivingina er:    https://www.torshavn.fo/tidindi/skulainnskrivingin-opin-til-17-januar-2023


Skúlainnskrivingin opin til 17. januar 2023 - Tórshavnar kommuna (torshavn.fo)

Tey børn, ið frammanundan ganga í forskúla, eru innskrivað í sama skúlanum, har tey ganga í forskúla. Hevur tú barn í forskúla, er sostatt ikki neyðugt at skriva barnið inn av nýggjum.
Ynskir tú hinvegin pláss í øðrum skúla enn tí skúlanum, barnið gongur í forskúla í, mást tú skriva barnið inn av nýggjum.
Barn tykkara skal byrja í 1. flokki í sama álmanakkaári, sum barnið fyllir sjey ár.

Innskrivingin í skúla fer fram í bókingarskipanini BARN og krevur, at tú ritar inn við Samleikanum.
Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Gev gætur, at innskrivingardagurin ikki hevur nakað at siga í mun til upptøku av tínum barni í skúla. Tað vil siga, at tað hevur einki at siga, hvør skrivar sítt barn inn fyrst. Tú skalt bara syrgja fyri at skriva barnið inn, áðrenn innskrivingarfreistin er farin.

Skúlarnir hava grundupptøkuøki. Tað er tó ikki vist, at øll, sum búgva í grundupptøkuøkinum fáa pláss í skúlanum í økinum.
Tá tilgongdin til ein skúla er størri enn talið av tøkum plássum, verða plássini luta út við støði í politiskt samtyktum leiðreglum.
Leiðreglurnar fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar sært tú her:


https://www.torshavn.fo/media/nwohzzy3/lei%C3%B0reglur-fyri-upptoeku-av-naemingum-%C3%AD-kommunalu-f%C3%B3lkask%C3%BAlarnar-2022.pdf

 

Leggjast skal afturat, at pláss er fyri 48 næmingum í 1. flokki í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2023/2024.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór