Tíðindi

Verndareinglar á vitjan í Hoyvíkar skúla

26/10-2023

Onkur hevur kanska møtt hesum báðum verndareinglunum í morgun. Nú dagarnir styttast, og myrkt er úti, er umráðandi at síggjast í ferðsluni.

Tí eru foreldraumboðini í skúlastýrinum farin at býta endurskin út til næmingar og starvsfólk á skúlanum. Eydnaðist tær ikki at fáa endurskin í morgun, standa tey aftur uttanfyri Hoyvíkar skúla í morgin (vestanfyri), fríggjadagin, millum kl 7.30 og 8.00.

Átakið er eitt samstarv millum skúlastýrið, Ráðið fyri ferðslutrygd og tryggingarfeløgini Trygd og Betri.

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór