Tíðindi

Í komandi viku leggja vit vanligu tímatalvuna til viks

08/03-2024

Í komandi viku hava vit evnisviku í Hoyvíkar skúla fyri næmingunum í 1. - 7. flokki, og vanliga tímatalvan verður løgd til viks. Evnið í ár er "ein øðrvísi skúli," har serligur dentur verður lagdur á handaligu/kreativu lærugreinarnar. Næmingarnir vera virknir, saman og sleppa at hugbinda seg. Næmingarnir hava valt seg inn á ymisk verkstøð, og tað verður arbeitt í bólkum upp á tvørs av flokkunum. Tíðin, har næmingarnir í 1. - 7. flokki eru í skúla í komandi viku er tískil eisini eitt sindur broytt:
Mánadag: 08:00 - 11:20
Týsdag: 08:00 - 13:20
Mikudag: 08:00 - 13:20
Hósdag: 08:00 - 11:20
Fríggjadag: 08:00 - 11:20
8. flokkur fer at arbeiða við verkætlan, og næmingarnir í 9. flokki fara í starvsvenjing næstu tvær vikurnar.
Vit gleða okkum til eina øðrvísi og gevandi viku í Hoyvíkar skúla

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór