Tíðindi

Næmingar í 3. og 5. flokkunum luttikið í talv-kapping

21/03-2024

Mikudagin, 20. mars og hósdagin, 21. mars luttóku næmingar úr okkara 3. og 5. flokkum í talvkapping, sum varð hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt. Kappast bleiv í tveimum aldursbólkum, 3-4 flokkur og 5.-8. flokkur. Kappingingarnar verða skipaðar sum liðkappingar við seks næmingum á hvørjum liði. Liðið úr 3. flokki gjørdist nummar 2 og liðini úr 5. flokki kláraðu seg eisini væl. Serliga, tá hugsað verður um, at tey vóru í yngra endanum av luttakarum. Tað besta av øllum var, at tey høvdu ein góðan dag

19.04.2024
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
04.04.2024
Toastdagur verður týsdagin, 9. apríl
03.04.2024
A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vitjar í morgin
26.03.2024
Vit lýsa eftir avloysara fyri lærara í farloyvi
22.03.2024
Góða páskafrítíð og gleðiligar páskir
22.03.2024
Vikan, ið fór