Boðklivi
Boðklivi 4.b
Kunnu tit senda 200 kr. á konto: 9181 0003889523 fyri skúlaárið 2024/2025 - viðmerk navn á barni tykkara
Powerpoint heima
Tað eru fleiri, sum vilja sleppa at arbeiða við teirra Powerpoint heima.
Soleiðis gera tey: Googla office 365, trýst á login, skriva fyrst email adressu og so loyniorðið.
Øll hava fingið ein lepa við email adressu og loyniorðið heim við.
Ítróttarbólkar 2024/25
Vinaliga lesiđ hetta:
Eitt skriv, sum SSP hevur givið út viðvíkjandi spælibólkar:
Talgildur harðskapur – hvat gera vit?
Kom til spennandi temakvøld í Hoyvíkar Skúla týskvøldið 23. Apríl kl 19.00 í Pyramiduhøllini, har evnið Talgildur harðskapur verður sett á breddan. Skúlastýrið skipar fyri í samstarv við SSP-Ráðgevingina.
Tit hava helst sæð ella hoyrt um sendingina “Alene hjemme på nettet” á DR ella hoyrt umrøðuna av hesari í føroysku miðlunum. Okkara børn og ungu ferðast á netinum, har tey kunnu verða útsett fyri harðligum myndum og talu, hóttanum, lokking og grovari happing, alt ímeðan vit foreldur standa maktarleys yvirfyri avbjóðingini - ofta óvitandi um, hvat gongur fyri seg. Tí hvussu støðga vit hesum? Hvussu fáa vit okkara børn í talu um hetta?
Hetta hevur SSP-ráðgevingin nøkur boð upp á, og tí fara vit at hoyra frá Daisy Iversen um, hvat talgildur harðskapur er, og hvat vit kunnu gera við hann, og Mariann Reinert, sum er SSP-umboð frá politinum fer at greiða frá, hvussu vit ferðast tryggari á netinum.
Møguleiki verður fyri at seta spurningar og kjakast um evnið, og ein drekkamunnur verður at fáa. Eisini verður ársfrágreiðingin hjá Skúlastýrinum lisin upp. Tiltakið er knýtt at árliga foreldrafundinum hjá Skúlastýrinum.
Møtið fjølment!
Skúlastýrið í Hoyvíkar skúla