Boðklivi
Boðklivi 6.a
Kunningarskriv frá trivnaðarumboðunum.
Góðu foreldur
Sum tit vita, so verður jólahaldið øðrvísi í ár enn undanfarin ár. Grundirnar eru nógvar, eg skal royna at siga frá. Fyrst kann eg í stuttum siga, at orsøkin er plásstrot, at avgerðin er tikin í námsfrøðiliga ráðnum og hevur verið til hoyringar hjá skúlastýrinum. Og síðst, men ikki minst, næmingarnir virða tiknu avgerðina og eru nøgdir.
Og so til tað drúgvu frágreiðingina:
Í fleir ár hava vit verið alt ov nógv í tali, næmingatalið vaks og skúlin fekk tvey spor. Í annars hugnaligu kirkjuni hevur verið alt ov heitt og klaustrofobiskt. Fólk hava sitið trongt og eingin luft hevur verið inni, hóast lærarar hava staðið og hildið hurðunum opnum fyri at lufta út. Vit hava fingið nógvar afturmeldingar frá næmingum og foreldrum um hesi viðurskifti. Kirkjan er ikki góðkend til so nógv fólk, so langtfrá. Og skúlin hevur í nøkur ár roynt at minkað um fjøldina.
Fyri nøkrum árum síðani heitti skúlin á foreldrini um at avmarka áskoðaratalið, so ikki so nógv komu frá hvørjari familju. Men helst av tí, at tiltakið hevur verið væl umtókt, so varð ikki lurtað eftir áheitanini. Vit vóru framvegis alt ov nógv.
Vit tóku hetta til eftirtektar í fjør, tá ið vit buðu ommum og abbum til undansýningina. Ommur og abbar vóru so sera fegin um hesa løtu, men royndin at minka um fjøldina eydnaðist als ikki. Seinnapartin vóru vit aftur alt ov nógv í tali.
Síðani hava vit tikið støðuna og afturmeldingarnar til eftirtektar. Vit hava viðgjørt jólahaldið væl og virðiliga á námsfrøðiligum fundi. Ymsar loysnir blivu vendar. Niðurstøðan varð tann, at vit fyribils ikki fáa havt allar flokkar saman til jólahaldið, men at vit fáa havt jólahald í kirkjuni, um tríggir flokkar heldur framføra í skúlanum fyri sínum foreldrum. Skúlastýrið hevur eisini havt málið til hoyringar.
Lærararnir, sum kenna flokkarnar, vita, hvat riggar við hvørjum flokki og hvat næmingarnir tíma. Og út frá tí varð niðurstøðan, at 1., 5. og 6. fl. vóru teir, sum fingu minst burturúr at luttaka í kirkjuni. Tí eru júst hesir árgangir valdir til at vera teir, sum framføra í skúlanum saman við lærarum og foreldrum.
Vit skulu nokk finna eina loysn, so at tey, sum framføra í skúlanum í ár, framføra í kirkjuni komandi ár.
Eg vitjaði í 6.flokki í dag og prátaði við næmingarnar, sum als ikki vóru misnøgdir. Fleiri vóru harafturímóti spentir og summir vóru longu farnir at fyrireika okkurt til jólahugnan.
Næmingarnir, sum framføra í skúlanum sleppa í størri mun sjálvir at gera av, hvat verður framført, at vera kreativir og framleiða, um teir vilja. Kanska eru tað hesar møguleikar, teir eru glaðir fyri.
Tað góðar er, at næmingarnir virða avgerðina. Teir gleða seg at framføra fyri sínum egnu, teir fáa høvi, um teir vilja, at framføra fyri hinum flokkunum til morgunsang; og teir sleppa í kirkjuna til ommu og abbasýningina, um lærararnir og teir halda tað vera spennandi.
Vit hava lurtað eftir næmingunum, og ikki kent misnøgd frá teimum. Kanska tí hava vit hildið, at kunningin um, at tað fer at verða broytt (sum tit fingu at vita á felags foreldrafundi) og so tað, sum børnini bera heim, var nóg mikið aftur at skránni. Nú aftaná, síggja vit, at vit áttu at skrivað tykkum eini boð við grundgeving. Tað taka vit við okkum framyvir.
Tíbetur var onkur av forledrunum forvitin, og skrivaði og spurdi meg um grundina til broytingarnar. Tí tað er umráðandi at tit, um tit ivast í onkrum, spyrja har, sum svarið er.
Tað kann vera, at tað kemur fyri aftur, at tit sum foreldur sakna onkra kunning. Vit skulu gera okkara besta, men tað er ikki altíð lætt at vita frammanundan, hvussu nógv skal til fyri at øll verða nøgd. Tað er altíð lættari at vera ”bakklókur”. Men góðu tit, sakna tit kunning, spyrjið so lærarar ella leiðslu. Eg sjálv svari mestsum altíð, og kann ringja uppaftur, um eg ikki fái svarað.
Vónandi skilja tit avgerðina og taka undir við henni. Vit gleða okkum at síggja tykkum til jólahugna.
Blíðar heilsanir
Anna Maria Reinert Jensen
Skúlastjóri
Tlf +298 290069
Góðu foreldur í 6.a
Tað harmar okkum, at 6.a hevur havt so nógvar skiftandi lærarar. Hetta var ikki ætlanin, vit hildu okkum hava funnið loysnir, sum gjørdu enn fleiri skifti óneyðug.
Men so varð ikki. Ein fór í eftir, at tímatalvan var gjørd, vit settu best skikkaða, men tann fer í farloyvi. Vit eru so heppin at hava funnið væl skikkaðan avloysara, og tær báðar arbeiða saman um at ráðleggja árið, so skiftið ikki skal merkjast meira enn neyðugt. Karla fer at hava tey í donskum restina av árinum.
Í enskum er lærari settur, sum varð sjúkrameldaður tann 15.august. Vit vóru so heppin at hava Leiv at heita á, so tey ikki fingu fremmandan lærara. Fyribils er Leivur til heystferiuna. Skuldi tað hent, at tíðarskeiðið verður longt, so kann hann halda fram. Leivur er útbúgvin lærari, hollur í enskum og hevur búð og undirvíst í enskttalandi landi í nógv ár.
Vit hava, sum eg vísi á, ikki fingið gjørt nakað øðrvísi, tí vit vistu ikki umstøðurnar. Men eg kann vissa tykkum fyri, at vit hava hugsað nógv um stabilitet í flokkinum. Turið hevur framvegis føroyskt, av somu grund, hóast hon annars arbeiðir í grunddeild í ár. David hava vit sett inn sum m.a. flokslærara, og tað er gjørt, tí at hann kann hava tey øll árini, til tey eru liðug við 9.fl.
Blíðar heilsanir frá leiðsluni,
Anna Maria Reinert Jensen
Skúlastjóri