Meginreglur
Meginreglur fyri næmingar í Hoyvíkar skúla
Uppmøting
Øll møta væl fyrireikað og til tíðina. 1. tími byrjar kl. 08:00.
Skúlabøkur
Skúlabøkur skulu bindast inn, og farið eigur at vera væl við bókunum. Verður bók burtur ella oyðiløgd, hevur heimið endurgjaldsskyldu. Endurgjaldsskylda er eisini galdandi fyri bókasavnsbøkur.
Heimaarbeiði
Vikuætlan sæst á floksheimasíðuni. Tað áliggur teimum avvarðandi at ansa eftir, at næmingurin ger sítt arbeiði.
Fríkorter
Ikki er loyvt at fara út um skúlans øki í skúlatíðini. Tað er ikki loyvt at spæla bólt ella renna inni.
Frávera
Um næmingur er sjúkur ella ikki kemur í skúla av aðrari orsøk, skal boðast frá umvegis telefon, SMS ella við telduposti til flokslæraran. Skal næmingur hava frí í meir enn tveir dagar, skal loyvi fáast frá skúlaleiðsluni. Tað er sera óheppið, at næmingar eru burturstaddir í skúlatíðini. Heitt verður á avvarðandi um at bera so í bandi, at skúlagongdin hjá næminginum ikki verður órógvað óneyðugt.
Fartelefonir
Í tímunum skulu fartelefonir liggja í skúlataskuni, vera sløktar ella ljóðleysar og ikki órógva undirvísingina. Um ikki, verða tær handaðar skúlaleiðsluni og kunnu heintast á skrivstovuni eftir skúlatíð.
Les meira um telefonpolitikkin her: http://hoy.fo/242
Málburður og atburður
Næmingarnir skulu tosa fólkaliga og vísa virðiligan og siðiligan málburð og atburð móti hvørjum øðrum. Í serligum førum, har næmingur vísir ósømiligan málburð og atburð, verða avvarðandi biðin um at koma eftir næminginum. Tá tími er, skal arbeiðsfriður vera í flokkinum.
Trivnaður
Skúlin raðfestir trivnaðin høgt. Happing verður ikki góðtikin. Annars verður víst til trivnaðarætlan skúlans.
Fara væl um
Farast skal væl um øll amboð og ognir skúlans. Um okkurt verður brotið ella verður illa viðfarið, kann skúlin krevja endurgjald.
Herverk
Um næmingur fremur herverk, bera avvarðandi kostnaðin.
Trygging av næmingum
Avvarðandi hava ábyrgdina av, at næmingur er tryggjaður sambært skrivi á heimasíðuni. Skúlin tryggjar næmingar skúlans, ið eru í starvsvenjing í Føroyum.