Ferðslutilmæli

Ferðslutilmæli

 

 

 

 

 

Ferðslutilmæli fyri Hoyvíkar skúla

 

Foreldur og lærarar eru týdningarmiklar fyrimyndir hjá barninum. Barnið lærir meira av tí, sum tú gert enn av tí, sum tú sigur.

 

  • Vel tryggastu leiðina bæði í og úr skúla
  • Gerð barnið sjónligt í ferðsluni. Set endurskin á klæði og skúlatasku
  • Lær barnið at nýta súkkluhjálm
  • Brúka tryggdarbelti í bilinum
  • Í bili, set barnið av á rættari síðu, so barnið ikki skal tvørtur um vegin

 

Tað er umráðandi, at bæði foreldur og skúli eru saman at skipa fyri, at barnið lærir um rættan atburð í ferðsluni. 

Tað er tín ábyrgd sum foreldur at læra barn títt at ferðast trygt í ferðsluni. Skúlin hevur tó eisini ein avgerandi leiklut í ferðslufrálæruni, og ferðsla er kravt undirvísingarevni sambært fólkaskúlalógini §8.

 

Ávegis í og úr skúla

Lat barnið ganga í skúla, um tað á nakran hátt ber til. Frísk luft og rørsla gera, at barnið er væl fyri undan skúladegnum. 

Vel eina leið, sum er trygg hjá barninum. Tann trygga leiðin er ikki altíð stytsta leiðin, men tann leiðin, har barnið so sjáldan, sum til ber, skal tvørtur um veg.

 

Ven skúlaleiðina saman við barninum

  • Vís barnið á ferðsluvandar á leiðini og lær barnið at hyggja fram fyri seg og lurta eftir ferðsluni.
  • Lær barnið at hyggja til báðar síðir.
  • Lær barnið at brúka gongubreyt og gonguteig og at hyggja væl fyri seg.
  • Lær barnið at ganga vinstrumegin, um eingin gongubreyt er.

 

Sýni

Børn eru lítil á vøkstri og hava tí avmarkað sýni og síggjast heldur ikki so væl. Far niður at húka og eygleið ferðsluna í barnahædd, tá tú venur saman við barninum.

  • Lær barnið at vera serliga ansið, um tað noyðist at fara út á vegin ímillum parkeraðar bilar ella aðrarstaðni, har tað ikki sæst so væl.
  • Brúka altíð endurskin og/ella endurskinsvest, tá ið myrkt er á morgni og seinnapart.
  • Vaska endurskinini javnan og blaka skitin endurskin burtur. Eftir tveimum árum eru endurskin slitin og virka tí verri.

 

Á súkklu

Skulu børn súkkla, krevur tað, at foreldur fyrst læra tey at súkkla í ferðsluni. 

Barnið skal duga at hava eyguni við nógvum ymsum viðurskiftum í senn, samstundis sum tað skal halda javnvágina. Eisini skal barnið duga at súkkla við aðrari hondini, so tað fær givið tekin. 

Lær barnið altíð at nýta hjálm, tá ið tað súkklar. Ein hjálmur kann í nógvum førum byrgja fyri álvarsligum skaða. Hjálmurin skal hava røttu støddina og sita soleiðis, at hann verjir pannu, tinningar og nakka.

 

  • Vel ein góðkendan hjálm, sum er merktur við CE EN 1078. Tá tryggjar tú tær, at hjálmurin lýkur evropeisku krøvini.
  • Lat ikki barnið spæla í hjálminum. Hann skal bert nýtast, tá barnið súkklar.
  • Hevur hjálmurin fingið harðan stoyt, er hann ikki tryggur og eigur at verða skiftur út.
  • Súkklan skal hava neyðugu útgerðina og vera væl røkt.
  • Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til, at barnið súkklar saman við vaksnum í ferðsluni, til tað er eini 10-12 ára gamalt.
  • Tosa við barnið um, hvar skilabetri er at leiða súkkluna heldur enn at súkkla.

 

Í bili

Ferðsla á morgni er ofta nógv og rokalig, og vegurin við skúlan mangan ikki gjørdur til nógva ferðslu. Tí kann vandi lúra, so vís fyrilit fyri øðrum í ferðsluni kring skúlan.

  • Fylg ásetingunum hjá skúlanum um parkering, og hvar børnini kunnu verða sett av.
  • Í bili, set barnið av á rættari síðu, so barnið ikki skal tvørtur um vegin.
  • Minst altíð til trygdarbeltið - hjá øllum í bilinum. Eisini hóast teinurin er stuttur. 

 

Í bussi

Koyrir barnið við bussi í skúla, vel tryggastu leiðina til og frá steðgiplássinum. Far heimanifrá í góðari tíð, so ikki er neyðugt at renna til bussin. Ven alla skúlaleiðina saman við barninum - fleiri ferðir. 

 

  • Lær barnið at sita niðri í bussinum.
  • Vís barninum, hvussu tað skal standa við steðgiplássið, so bussførarin sær tað.
  • Lær barnið at fara í bussin og úr honum á rættan hátt.
  • Lær barnið, at tað skal ikki fara tvørtur um vegin, fyrr enn bussurin er farin, og gott sýni er aftur.