Soleiðis gera vit
Soleiðis gera vit
Næmingarnir keypa sjálvir heftir og hava øll neyðug amboð við í pennahúsanum, blýantar, viskileður, spískarar, linjál o.a.
Morgunsangur
Fríggjamorgun kl. 09:15 er felags morgunsangur, har flokkarnir skiftast um at skipa fyri.
Matarsteðgur
Matarsteðgur er frá kl. 11:15 – 11:30. Lærari situr við næmingunum, meðan etið verður. Sitið verður inni í flokkinum. Tað er týdningarmikið, at næmingurin hevur ein sunnan matpakka við í skúla. Gott er at hava frukt ella annað við til fríkorterið kl. 09:30. Tað ber til at bíleggja matpakkar á mal.fo.
Frítímar
Meginreglan er, at flokkar ikki fáa frítímar, um lærarar eru sjúkir ella hava annað forfall.
Røklar
Skúlin hevur røklaskipan í hvørjum flokki. Næmingarnir skiftast um at læra at hava ábyrgd av at rudda upp eftir sær. Tá skúladagurin er liðugur, skal skúlastovan vera ruddilig.
Flokslærarar og flokstoymi
Í hvørjum flokki er eitt læraratoymi, sum leggur til rættis undirvísingina í flokkinum. Ein ella fleiri lærarar eru flokslærarar. Flokslærarin hevur dagliga samskiftið og samstarvið millum heim og skúla, ið eigur at vera tætt og gott.
Foreldrafundur/foreldrasamstarv
Ein felags foreldrafundur er í byrjanini av skúlaárinum og tvær foreldraviðtalur; ein um heystið og ein um várið. Miðað verður eftir, at foreldraviðtalurnar eru í vanligari arbeiðstíð.
Skúlamyndir
Skúlamyndir verða tiknar í 1., 4., 7. og 9. flokki.
Gloymd klæði
Gloymd klæði verða goymd í gongini uttan fyri skrivstovuna. Gott hevði verið, um navn er á húgvum, jakkum, ítróttarklæðum o.ø. Gloymdu klæðini verða løgd fram tvær ferðir um árið; um jóltíðir og fyri summarfrítíðina. Um tey ikki verða heintað, verða tey latin vælgerandi endamáli.
Tilbúgvingarætlan
Ein tilbúgvingarætlan er fyri skúlan í sambandi við álvarsliga sjúku, deyða ella annan miss. Tað ber til at fáa faldaran við at venda sær til skúlaleiðsluna.