Virðir og reglugerð
Virðir og reglugerð
6 góðir setningar um Hoyvíkar Skúla
- Í Hoyvíkar skúla samstarva heim og skúli
- Vit møta stundisliga og fyrireikað
- Vit virða hvør annan og ganga væl um skúlan og umhvørvið
- Vit eru íðin, høvisk og fyrikomandi
- Vit læra hvønn dag
- Inni er altíð arbeiðsfriður
Virði, sum vit leggja dent á
- Trivnaður
- Medábyrgd
- Samstarv
- Undran og forvitni
- Karmar
- Virðing
Hvat leggja vit í virðini:
Trivnaður:
Vit ynskja, at í skúlanum skal ein positivur andi valda. Vit hava skyldu til at skapa umstøður fyri trivnaði og menning hjá øllum, sum virka í skúlanum.
Medábyrgd:
Øll kenna sína ábyrgd í skúlanum. Medábyrgd og ávirkan fylgjast.
Samstarv:
Vit ynskja eitt opið og virðiligt samstarv millum næmingar, starvsfólk og heimini.
Undran og forvitni:
Vit ynskja eitt kveikjandi umhvørvi, sum innbjóðar til menning og vitan bæði fakliga og kreativt.
Karmar:
Karmarnir í skúlanum eru tryggir, sjónligir og álítandi.
Virðing:
Virðingin fyri hvør øðrum og umhvørvinum liggur til grund fyri øllum virksemi í skúlanum.