Sorgar- og krepputilbúgving

Sorgar- og krepputilbúgving

 

Tú kann ikki forða sorgmerktum fuglum at flúgva yvir tínum høvdi,

men tú kann forða teimum at byggja reiður í tínum hári.

 

Vit kunnu ikki verja okkum móti tí partinum av lívinum, sum snýr seg um sorg í sambandi við vanlukku, sjúku og deyða.

Hoyvíkar skúli hevur orðað eina ætlan um sorg- og krepputilbúgving. Tilbúgvingarætlanin er evnað sum ein virkisætlan, ið stuðlar, vegleiðir og vísir á leiðreglur í sambandi við sorg, orsakað av vanlukku, sjúku og deyða.

Visiónin er at handfara sorg og kreppu soleiðis, at børn og foreldru teirra, eins og starvsfólk í skúlanum verkja stundisliga umsorgan og stuðul, um tey koma í hesa støðu.

Sorgar- og krepputilbúgvingin umfatar hesi øki:

  • Tá ið næmingur, starvsfelagi ella foreldur/systkin hjá næmingi gerast álvarsliga sjúk.
  • Tá ið næmingur, starvsfelagi ella foreldur/systkin hjá næmingi doyr.

Sorgin er tann natúrliga, ófrávíkiliga líðing, ið hoyrir menniskjalívinum til. Sorg og kreppa kann koma við deyða og missi av øðrum avgerandi lívsvirðum.

Vit skulu øll taka ábyrgd

 

 

 

Tilbúgvingarætlan

Tilbúgvingarætlan í sambandi við álvarsliga sjúku, vanlukku, deyða ella annan miss.

Inngangur:

Okkum, sum dagliga hava við børn at gera, er greitt, at børnini knýta seg tætt at teimum vaksnu, sum eru um tey í gerandisdegnum. Í dag er tað ofta soleiðis, at næmingarnir knýta seg sera tætt at okkum lærarum og starvsfólki annars á skúlanum. Vit fáa at vita um tær stóru hendingar, sum næmingunum hava verið fyri, og fáa høvi at taka lut í gleði og sorg næminganna.

Tað er lætt, tá ið tað snýr seg um gleðiligar tilburðir í lívi næminganna, men torførari, tá ið tað snýr seg um sorg og syrgiligar tilburðir, sum summir næmingar tíverri ikki sleppa undan.

Tað liggur eisini í tíðini at seta orð á øll fyribrigdi, sum henda í lívsins viðurskiftum. Tað, sum fyrr var friðhalgað at tala um og tagt burtur, elvdi stundum til sálarliga innilokan, einsemi og døpurhuga, sum so aftur elvdu til forðingar fyri menning og læring.

Henda tilbúgvingarætlan skal vera amboð okkara at nýta í teimum førum, har vit hava onkran, sum verður raktur av sorg. Hon skal somuleiðis gera okkum lærarar og starvsfólk á skúlanum tilvitað um tann leiklut, sum vit hava í arbeiði okkara, tá ið tað snýr seg um at hjálpa teimum næmingum, vit hava ábyrgdina av.

Endamálið er sostatt í greiðum orðum at siga, hvussu vit gera, tá sjúka,  vanlukka ella deyði rakar okkum í skúlanum ella ein av okkara nærmastu. Dentur verður lagdur á, at alt hetta verður gjørt í samráð við barnið og heimið. Vónandi kann tilbúgvingarætlanin lætta um ta truplu støðu, vit eru í, tá sorgin rakar.

Sorgarbólkur:

Skúlin skal altíð hava ein sorgarbólk. Í honum sita 3-5 áhugaðir starvsfólk og heilsufrøðingurin. Ein í bólkinum er samskipari.

Sorgarbólkurin hevur ment eina virkisætlan sum vísir á, hvussu vit kunnu handfara sorg og kreppu, um hetta kemur til sjóndar millum næmingar og starvsfólk í skúlanum.

Vónandi er hetta við til at styrkja og menna tann tørv, ið kann koma til sjóndar, tá ið sorg og kreppa rakar.

Fyri at náa hesum hava vit evnað til nakrar málsetningar, sum vit hava tikið støði út frá í samband við virkisætlanina.

Málsetningar

- Skapa vón og lívsmót

- Vísa á, at teirra atburður er vanligur

- Íblástur til loysnir

 

Høvuðsregla

- Vit taka sorg og kreppu ymiskt.

Tí verður støði tikið í hvørjari einstakari hending og tí tørvi, hvør einstakur hevur.

 

Virkisætlan:

Uppgávan hjá sorgarbólkinum er:

  • at virka sum stuðul, har tørvur er á tí
  • at taka saman um og eftirmeta tað farna árið
  • at fylgja við, hvat kemur út av viðkomandi tilfari og á annan hátt halda við líka og nema sær nýggja vitan um evnið
  • at dagføra tilbúgvingarætlanina
  • at kunna nýggj starvsfólk um tilbúgvingarætlanina
  • at hava eina sorgarbók, har hendingar verða skrivaðar í, dagfestingar o.s.fr. Uppgávan er at fylgja við í teimum einstøku førunum (minnast ársdagin). Samskiparin í bólkinum hevur høvuðsábyrgdina av, at bókin altíð er dagførd.

Uppgávan hjá leiðsluni:

  • Syrgja fyri, at flaggið kemur upp
  • Syrgja fyri, at dagførdar mannagongdir eru, hvussu man skjótt fær fatur í foreldrum og starvsfólki í eini neyðstøðu (foreldraumboð)
  • Senda blómur/krans
  • Ringja til avvarðandi og greiða frá, hvat hendir í skúlanum t.d. til minningarløtuna

 

 

Felags missur:

Hevur næmingur verið leingi burtur vegna sjúku ella annað:

  • flokslærarin/toymið tosa saman og tosa við foreldrini fyri at kunna seg um støðuna
  • avtala kann verða gjørd við foreldur um kunning inni í flokkinum
  • flokslærarin kunnar flokkin og starvsfelagar
  • tosað verður við teir flokkar, har tann sjúki hevur systkin
  • flokslærarin ella annar lærari, sum er tætt knýttur at næminginum, skipar fyri tiltøkum – t.d. vitjan á sjúkrahúsi ella heima, senda brøv/tekningar og føðingardagsgávu
  • gera vitjanarlista í samráð við foreldrini
  • næmingurin verður kunnaður um tað, sum fyriferst á skúlanum, so hann alla tíðina kennir seg knýttan at hópinum
  • flokslærarin kunnar toymið og hinar lærararnar við hóskandi millumbili um støðuna
  • flokkurin ger tiltøk, tá ið næmingurin kemur aftur, t.d. hugnatíma 

Tá ið næmingur doyr

Hevur næmingur verið leingi sjúkur:

Flokslærarin boðar leiðsluni frá og leiðslan kunnar allar lærararnar um støðuna

flokslærarin/toymið kunna flokkin

morgunin eftir ella so skjótt til ber kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina og greiðir somuleiðis frá, hví flaggað verður á hálvari stong

saman við kunningini fylgir eitt ritual – faðir vár, tendra ljós, blómur, tøgn í 1 minutt o.a.

flaggið verður vundið á hálva stong

 

Doyr næmingur brádliga

Tá ið deyðsboð eru, verða flokslær. og leiðsla kunnað

flokslærarin ella annar lærari setur seg í samband við heimið fyri nágreiniliga at vita, hvat er hent og hvussu støðan er

leiðslan boðar til fundar, so skjótt boðini eru komin

flokslærarin/toymið kunnar flokkin

morgunin eftir ella so skjótt til ber kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina og greiðir somuleiðis frá, hví flaggað verður á hálvari stong

saman við kunningini fylgir eitt ritual – faðir vár, tendra ljós, blómur, tøgn í 1 minutt o.a. prestur er møguliga hjástaddur

tá ið øll vita um hendingina, verður flaggið á skúlanum vundið á hálva stong

umráðandi er, at næmingarnir í flokkinum fáa høvi at tosa um hendingina; tí er neyðugt, at meira enn ein lærari er hjástaddur tann dagin. Geva rúm fyri, at næm. kunnu práta, spyrja og vísa kenslur

ikki sleppa børnunum heim einsamøllum, men avtala við foreldrini   at koma á skúlan eftir børnunum.

Flokslærarin setur seg í samband við foreldraumboðini, sum síðani boða øllum foreldrunum frá at koma á skúlan eftir børnunum og somuleiðis til eina samkomu

Práta við foreldrini í flokshølunum um tað, sum hent er, so øll fáa somu kunning um hendingina, og kunna øll um t.d. jarðarferð og ta ætlan, sum skúlin hevur, hvat meira skal henda. Syrgja fyri, at øll børnini fara heim við onkrum vaksnum

flokkurin og skúlin senda krans ella blómur

flokkurin verður við til jarðarferðina saman við foreldrum sínum

skúlin verður stongdur til jarðarferðina og flaggið á hálvari stong

næmingarnir gera eina minningarbók um næmingin, sum heimið fær

okkurt serligt verður gjørt við plássið hjá næm. nakrar dagar ella restina av skúlaárinum, t.d. mynd,  blomstur, ljós o.a.

ein limur úr sorgarbólkinum/stuðulsbólkinum verður knýttur at flokkinum

skriva minningarorð

flokslærarin fylgir øllum upp. Bjóðar foreldrunum t.d. til hugnaløtu á jólum

føðingar- og deyðsdagurin verða merktir

vitjan á grøvini

 

Tá lærari doyr

leiðslan setur seg í samband við familjuna ella øvut

leiðslan boðar til fundar og kunnar allar lærararnar (telefonketan) og morgindagurin verður lagdur til rættis

flokslærarin/toymið fer inn við sínum flokki og kunnar næm., áðrenn øll hittast í høllini til eina minningarløtu

flaggið verður vundið á hálva stong

skipað verður fyri minningarsamkomu. Leiðsla ella annar lærari/prestur hevur eina minningartalu. Sangur, tala, faðir vár,ljós, tøgn 1 min.

í flokkunum, sum lærarin er knýttur at, verða foreldrini (foreldraumboðini fáa boð) biðin um at koma á skúlan til kunning, samtalu og at fylgja børnunum heim

lærarar fara heim til familjuna. Halda sambandið við líka

geva familjuni tilsøgn um hjálp, t.d. til jarðarferðina

skúlin er stongdur, tann dagin jarðarferðin er

minningarorð í bløðini

 

Missur hjá tí einstaka:

 

Tá foreldur/systkin hjá næmingi verða rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku

Flokslærarin ella annar lærari (sum næmingurin ella foreldrini føla seg knýtt at) kunnar allar lærararnar, sum hava flokkin, um støðuna.

Hevur næmingurin onnur systkin í skúlanum, tosa allir lærararnir saman um støðuna.

Tað er av stórum týdningi, at eisini hinir næmingarnir í flokkinum fáa at vita, hvat er hent, og eisini foreldrini. Hesi uppgávuni má flokslærarin taka sær av.

Eisini má flokslærarin gera hinum næmingunum greitt, at viðkomandi næmingur, sum hevur sjúk foreldur ella systkin, kann hava ógvuliga skiftandi sinnalag/atburð.

Kunna næmingarnar um sjúkuna við at greiða teimum frá øðrum líknandi tilburðum, brúka ymiskt tilfar í undirvísingini, sum hóskar til akkurát henda tilburðin. Lærarin kann kunna seg hjá bókavørðinum um tilfar.

 

Tá næmingur missir foreldur ella systkin

Flokslærarin kunnar leiðslu og lærarar um tilburðin

Flaggið verður vundið á hálva stong og umboð frá sorgarbólkinum kunna allar flokkarnar

Flokslærarin/toymið kunnar flokkin og foreldur um tilburðin (t.d. foreldraumboðini)

Vera inni í flokkinum, t.d. kann prestur vera hjástaddur

Flokslærarin kunnar foreldur/avvarðandi og næmingin, at vit tosa um andlátið í tímanum (avmystifisera)

Um systkin eru í øðrum flokkum, verður felags mannagongd fylgd í øllum avvarðandi flokkum

Lærarar fara heim til familjuna og geva tilsøgn um hjálp, t.d. til jarðarferðina

Lærarartoymið og foreldraumboðini skipa fyri, at flokkurin kemur við til jarðarferðina saman við foreldrunum

Flokkurin fær frí, tann dagin jarðarferðin er

Fyrsta morgunsangin aftaná kann minningarløta vera

Vera um næmingin ta fyrstu tíðina aftaná (uml. 1 ár). Royna av og á at fáa eitt prát við næmingin, tá tað hóskar seg

Flokkurin sendir blómu ella krans