Miðlasavn
1. heimsbardagi vardi frá 1. august 1914 – 11. november 1918. Sostatt eru 100 ár liðin, síðandi 1. heimsbardagi endaði. Kríggið kostaði sera nógv mannalív og gjørdist eitt av teim blóðugastu kríggjum í veraldarsøguni. Í hesum sambandi gjørdu næmingar í 7. flokki ein stuttfilm, sum kann síggjast her í 9 pørtum.
100 ár eru liðin, síðan bygdin Skarð á Kunoynni bleiv avtoftað. Eisini eru 120 ár síðani, at Símun av Skarði saman við Rasmusi Rasmussen stovnaði Føroya fólkaháskúla. Í hesum sambandi gjørdu næmingar í 7. flokki ein stuttfilm, sum kann síggjast her í 7 pørtum.
"Jól í skúlanum" er heiti á stuttfilmi, ið næmingar í 7. flokki hava gjørt.
Vit fylgja næmingum í leiklutunum sum lærarar og næmingar. Vit eru í desember mánaði, og jólafrítíðin er um at byrja. Brádliga verður illveður, og nógvur kavi legst, so neyðugt møguliga verður at halda jól í skúlanum. Eisini hoyra vit vakran jólasang úr øllum flokkum.