Boðklivi

Boðklivi 6.B

Setursskúli

Góðu tit

Mikudagin 30.04 til fríggjadagin 02.05 fara vit á seturskúla í Runavík. Vit gista í skótahúsinum við Løkin.

Vit møta á Farstøðini í seinasta lagi kl 8:10, bussurin fer kl 08:25. Gott hevði verið um 5 ella fleiri foreldur ella avvarandi høvdu kunnað komið eftir næmingunum fríggjamorgun uml kl 10.30 og koyrt til skúlan. Tíðirnar við strandferðsluni passa so illa heim aftur. Lat okkum frætta um tað liggur fyri hjá onkrum tykkara at avheinta.

Næmingarnir kunnu hava telefonirnar við, men vit samla tær inn. Næmingarnir fáa telefonirnar frá uml kl. 21-22 um kvøldið. Hetta gevur teimum eisini møguleika at siga góða nátt. Er nakað átrokandi, so kunnu tit ringja til okkara.

 

At hava við:  

Toilettasku 

Lak (skal við)

Soviposa ella dýnu 

Svimjiklæðir og handklæði 

Matpakka til á middegi mikudagin 

Skiftiklæði/skógvar, heit klæði 

Tráða, spøl, bóltar, hoppiband, borðspøl o.a.

 

Kostnaðurin fyri seturskúlan er 200 kr, havið peningin við mánadagin.

 

Gott um trý kunnu taka eina skuffukøku við og um fimm kunnu taka bollar við. Sigið okkum frá um tað liggur fyri.

Um eitthvørt er, sum vit mugu vita um næmingin, nú vit fara, vænta vit at tit siga frá.

 

Vit gleða okkum  

Rannvá tlf  228006                 Elin tlf  282353

 

 

Góðu foreldur

Her er eitt sindur av kunning. Komandi tíðina hava vit nakað nógv á skrá, so her koma nakrar dagfestingar. 

Hósdagin 13.03 fara vit at vitja Sundsverkið. Í hesum sambandi hevði verið gott um nøkur foreldur/avvarandi kundu koyrt okkum heim aftur uml kl. 11.30. Um tað liggur fyri at koyra, so kunnu tit skriva til Rannvá tlf. 228006.

Hósdagin 27/03 eru skúlaleikir á skránni. Dagurin byrjar kl 9 og endar kl 14. Tað er ikki avgjørt enn, hvørjari høll vit skulu vera í. Í ár kappast vit í kurvabólti og bogaskjóting. Meira kunning kemur seinni.

Mánadagin 31/03 byrjar evnisvikan. Vit arbeiða við evninum føroysk mentan. Tímatalvan sær eitt sindur øðrvísi út hesa vikuna.

Mikudagin 02/04 og hósdagin 03/04 hava vit viðtalur. Viðtalurnar byrja longu kl 12. Vit heita á tykkum um at býta um tykkara millum. Er onkur, ið ikki fær tað at rigga, tí tað er so tíðliga á degnum, sigið okkum frá, so finna vit útav onkrum. Tíðirnar standa longri niðri. 

08/04 tl 11/04 eru landsroyndir.

30/04 til 02/05 fara vit á seturskúla í Skótahúsinum við Løkin í Runavík. Meira kunning um tað seinni.

Vit vilja fegin hoyra frá tykkum, um tit tíma/hava møguleika fyri at hava okkum á vitjan á arbeiðsplássinum.

 

Vh Rannvá og Elin

Video um at dividera/býta.

https://www.youtube.com/watch?v=wqNupfyF00k&t=133s

 

Ibok.nam.fo - Mannagongd