Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlanin í Hoyvíkar skúla tekur støði í hesum brotum úr fólkaskúlalógini §2, stk. 3 og §3, stk. 2:

  • "Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði".
  • "Skúlin samstarvar við næmingar og foreldur um at megna tað, sum er ásett í endamálsgrein fólkaskúlans".

 

Yvirlýsing:

Fyri okkum í Hoyvíkar skúla hevur trivnaður hjá næmingunum fyrstu raðfesting. Trivnaður er ein fortreyt fyri læring, og tá ið læring og menning í breiðum týdningi er endamálið hjá fólkaskúlanum, so er tað ein sjálvfylgja.

Endamálið við trivnaðarætlanini er at skapa líkindi fyri, at øll í Hoyvíkar skúla kunnu kenna seg væl, vera trygg og trívast í felagsskapinum.

Øll hava rætt til eina góða skúlagongd.