Soleiðis gera vit

Soleiðis gera vit

Næmingarnir keypa sjálvir heftir og hava øll neyðug amboð við í pennahúsanum, blýantar, viskileður, spískarar, linjál o.a.

Morgunsangur

Fríggjamorgun kl. 09:15 er felags morgunsangur, har flokkarnir skiftast um at skipa fyri. Serligar dagar, eitt nú merkisdagar og fyrsta dag eftir feriu, er felags morgunsangur, sum leiðlan skipar fyri.

Matarsteðgur

Matarsteðgur er frá kl. 11:15 – 11:30. Lærari situr við næmingunum, meðan etið verður. Sitið verður inni í flokkinum. Tað er týdningarmikið, at næmingurin hevur ein sunnan matpakka við í skúla. Gott er at hava frukt ella annað við til fríkorterið kl. 09:30. Tað ber til at bíleggja matpakkar á mal.fo.

Frítímar

Meginreglan er, at flokkar ikki fáa frítímar, um lærarar eru sjúkir ella hava annað forfall.

Røklar

Skúlin hevur røklaskipan í hvørjum flokki. Næmingarnir skiftast um at læra at hava ábyrgd av at rudda upp eftir sær. Tá skúladagurin er liðugur, skal skúlastovan vera ruddilig.

Flokslærarar og flokstoymi

Í hvørjum flokki er eitt læraratoymi, sum leggur til rættis undirvísingina í flokkinum. Ein ella fleiri lærarar eru flokslærarar. Flokslærarin hevur dagliga samskiftið og samstarvið millum heim og skúla, ið eigur at vera tætt og gott.

Foreldrafundur/foreldrasamstarv

Ein felags foreldrafundur er í byrjanini av skúlaárinum og tvær foreldraviðtalur; ein um heystið og ein um várið. Miðað verður eftir, at foreldraviðtalurnar eru í vanligari arbeiðstíð.

Skúlamyndir

Skúlamyndir verða tiknar í 1., 4., 7. og 9. flokki.

Gloymd klæði

Gloymd klæði verða goymd í gongini uttan fyri skrivstovuna. Gott hevði verið, um navn er á húgvum, jakkum, ítróttarklæðum o.ø. Gloymdu klæðini verða løgd fram tvær ferðir um árið; um jóltíðir og fyri summarfrítíðina. Um tey ikki verða heintað, verða tey latin vælgerandi endamáli.

Tilbúgvingarætlan

Ein tilbúgvingarætlan er fyri skúlan í sambandi við álvarsliga sjúku, deyða ella annan miss. Tað ber til at fáa faldaran við at venda sær til skúlaleiðsluna.