Telefonpolitikkur
Telefonpolitikkur fyri Hoyvíkar skúla.
Vit síggja í skúlanum, at fartelefonir hjá næmingunum taka alt meira fokus frá sosialu samveruni og undirvísingini í skúlanum. Hetta er samstundis við til at økja um órógvið í flokkunum.
Hoyvíkar skúli ynskir ein skúla, har fokus er á trivnaðin, sosialu menningina og fakligu frálæruna hjá næmingunum.
Royndirnar í Hoyvíkar skúla vísa, at fartelefonir ikki stuðla hesum.
Høvuðsregla:
Í Hoyvíkar skúla nýta næmingarnir ikki fartelefon. Næmingarnir kunnu hava fartelefon við sær í skúla, men tær verða samlaðar inn, tá næmingarnir koma í skúla og lagdar í eitt skáp, har tær verða læstar inni, til skúladagurin er liðugur. Fartelefonirnar skulu vera sløktar ella vera settar í flogstøðu.”
Um næmingur ikki virðir reglurnar um fartelefon, práta lærararnir við næmingin um týdningin at fylgja reglugerðini. Um næmingur áhaldandi ikki heldur reglurnar, verður fartelefonin tikin og foreldrini fáa boð um hetta.
Annað:
Vanligt hevur verið, at foreldur og avvarandi ringja ella senda boð til børn teirra í skúlatíð. Hetta órógvar í flestu førum næmingarnar, tá teir eru í tíma ella fríkorter.
Skulu næmingarnir hava boð um eitt hvørt, so mugu foreldur/avvarandi geva boðini, áðrenn tey fara í skúla.
Av tí, at fartelefonin skal vera sløkt ella sett í flogstøðu, ber sjálvandi til at senda eini boð, sum næmingarnir kunnu lesa, tá skúlatíðin er liðug.
Um ein næmingur hevur átroðkandi boð til foreldur/avvarandi, so ber til at spyrja eitt starvsfólk á skúlanum, um at lána telefonina. Talan er einans um lán til átroðkandi boð og ikki vanligt samskifti.
Reglan er eisini galdandi fyri snildur o.l.
Ábyrgd:
Skúlin tekur onga ábyrgd av skaddum lutum.