Tíðindi

Tað er í kvøld kl 19.00, at vit síggjast

28/10-2024

Hvat ætlar kommunan við Hoyvíkar skúla?

Hetta kanst tú spyrja valevnini til kommunuvalið um, nú skúlastýrið skipar fyri pallborðsfundi um evnið mánakvøldið 28, oktober kl 19.00.

Luttakarar á fundinum vera: Leivur Simonsen (A) Anita Heinesen (B), Kristianna W. Poulsen (C), Annita á Fríðriksmørk (E), Róaldur Jákupsson (F), Guttormur Skála (I) og Súna Mørk (K).

Orðstýrari verður Hans Jón Thomsen, fyrrv. skúlastjóri í Hoyvíkar skúla.

Øll foreldur at børnum í Hoyvíkar skúla eru vælkomin - eisini tit, sum eru foreldur at komandi næmingum í Hoyvíkar skúla.

Aftaná pallborðsfundin verður uppstillingarfundur til skúlastýrið. Skúlastýrisval verður samstundis við kommunuvalið tann 12. november, og øll, sum eru foreldur ella verjar hjá børnum í Hoyvíkar skúla kunnu stilla upp til skúlastýrið.

Møtið fjølment.

Heilsan Skúlastýrið

08.05.2025
Innbjóðing til kunningarfund
20.04.2025
Gleðiligar páskir
15.04.2025
Hoyvíkar skúli søkir eftir einum varaskúlastjóra afturat
13.04.2025
Lærarastørv leys at søkja skúlaárið 2025/2026
11.04.2025
7. flokkarnir til skúlaleikir
11.04.2025
9. flokkur í starvslæru