Boðklivi

Góðu foreldur í 1. flokki

So er fyrsti skúladagur farin aftur um bak, og tað hevur gingið sera væl. Børnini hava verið sera hugagóð og spent, og vit hava longu fingið eina góða byrjan upp á skúlaárið.

Vit hava brúkt dagin til at læra hvønn annan og skúlan at kenna, og sjálvandi hava vit eisini havt tíð til spæl og stuttleika.

Komandi tíðina fara vit stillisliga í gongd við undirvísingina, og vit fara at leggja dent á at skapa eitt trygt og gott umhvørvi, har øll trívast, mennast og læra.  

 

Viðvíkjandi pennahúsanum:

Tað hevði verið sera gott, um øll hava ein saks, límstift og litblýantar.

 

Viðvíkjandi matpakkum:

Tað hevði verið gott, um tit góvu barninum ein lítlan matpakka til fríkorterið, sum er kl. 09:30  og ein størri matpakka til matarsteðgin kl. 11:20, so tey ikki gerast ov svong. Tað er best, um matpakkarnir eru í tveimum. Og so kunnu tey hava eina vatnfløsku við í skúla, sum kann liggja í taskuni ella í køliskápinum.

 

Minnist til foreldrafundin 20. august kl. 19-21.

 

Vinarliga Annika, Eva og Guðrun