Boðklivi
Boðklivi 4.b
Mikudagur 13. august 2025
Góðu foreldur og avvarandi.
Tað var deiligt at síggja allar næmingarnar aftur, nú eitt nýtt skúlaár er byrjað. Vit sóu glaðar og vælnøgdar næmingar í morgun :-)
Vit sum eru knýtt at 4.b, gleða okkum til eitt gott og mennandi skúlaár og framhaldandi gott samstarv.
Tykkum til kunningar er Jónatan, saman við familjuni, fluttur til Runavíkar at búgva. Vit ynskja teimum alt tað besta.
Vinarliga heilsan Bjørg