Tíðindi

4.b dagstúr í Kollafirði

03/10-2024

Mikudagin, 2. oktober var 4.b ein dagstúr í Kollafirði. Tey høvdu ein góðan og hugnaligan túr. Tey øll stuttleikaðu sær leingi í hylinum, og so stuttligt at síggja, hvussu øll spældu so væl saman, gentur og dreingir. Tá tey komu upp, fóru tey í hitarúm og so út at eta matpakka. Eftir hetta, fóru tey áspæliplássið, og síðani oman í bygdahandilin at keypa okkurt lekkurt. 

Busstúrurin við bygdaleiðum var eitt hitt

Tey hava í dag skrivað ein setning í part um túrin. Soleiðis skriva tríggir næmingar:
- so stuttligt at svimja og koyra við bygdaleiðum við vinum.
- tað besta var at svimja og eta bomm
- tað stuttliga við túrinum var at vera í bláa bussinum, fáa láturkrampa og at svimja

11.10.2024
4. 5. og 6. flokkur hava flett
04.10.2024
Fyrra lesivikan er av
03.10.2024
4.b dagstúr í Kollafirði
30.09.2024
Kunning um atkvøðurætt til skúlastýrisval
27.09.2024
Andrea Árting og vísindavøka
20.09.2024
4.a í Nólsoy