Tíðindi
Hvat ætlar kommunan við Hoyvíkar skúla?
24/10-2024
Hetta kanst tú spyrja valevnini til kommunuvalið um, nú skúlastýrið skipar fyri pallborðsfundi um evnið mánakvøldið 28, oktober kl 19.00.
Hoyvíkar skúli hevur leingi trongt til batar og dagføringar. Nú fáa øll, sum vara av børnum í Hoyvíkar skúla, høvi at hoyra meira um, hvørjar ætlanir liggja fyri Hoyvíkar Skúla, og høvi verður eisini at seta valevnunum spurningar.
Aftaná pallborðsfundin verður uppstillingarfundur til skúlastýrið. Skúlastýrisval er samstundis við kommunuvalið tann 12. november, og øll, sum eiga ella eru verjar hjá børnum í Hoyvíkar skúla kunnu stilla upp til skúlastýrið.
Skúlastýrið er skipað av trimum foreldraumboðum, tveimum kommunustýrislimum, einum starvsfólkaumboði og skúlaleiðsluni.
Heilsan Skúlastýrið
25.06.2026
Prógvhandan 2026
14.06.2026
Virksemisvika
12.06.2026
Prógvhandanin í 9.flokki
10.06.2026
Felagsgongutúrur eftir Skipagøtu
21.05.2026
Leys størv í Hoyvíkar skúla skúlaárið 2026/2027
20.05.2026
4.b á Sjósavninum