Lærugreinar

FØROYSKT

Vár við lýggjum vindi

1. Vár við lýggjum vindi

leingi vart tú burtur, tú!

Vár við lýggjum vindi,

ver vælkomið nú!

 

2. Kavafonnin grætur

sára um sítt hvíta lín.

Kavafonnin grætur,

syngur deyðsálm sín.

 

3. Sól í líðum skínur,

kínir blómur, kyssir tær.

Sól í líðum skínur,

gyllir torp og garð.

 

4. Vár við summarsvónum,

signað ver tú, sæla stund!

Vár við summarsvónum,

grøð tú sál og lund.

 

Orð: Símun av Skarði

Lag: J. Waagstein

 

Samfelagsfrøði

At lata inn 15. januar 2025

Skriva tvey referat.

Eitt um “Nýggjársrøða løgmans 2025” og eitt um “H.M. Kongens nytårstale“

 

Leinki til løgmann, røðan liggur á heimasíðuni hjá kvf

https://kvf.fo/sjon/sending/nyggjarsroda-logmans?sid=202128

 

Leinki til kong, røðan liggur á heimasíðuni hjá dr1, brúkari má gerast og er tað frítt, brúka tykkara teldupost.

https://www.dr.dk/drtv/episode/hm-kongens-nytaarstale_566106

 

Í tykkara refetarum skulu tit skriva um hvat hevur týdning fyri teg og okkara samfelag. Somuleiðis hvørji felags evni eru í báðum røðunum.

Landafrøði

Støddfrøði í skúlanum 19.11.25 - vit brúktu tvey tey fyrstu

Handaverk & List

21. august 2024

Leinki

 

Hans Andrias Ajurhuus

-         rithøvundur og lærari sum hevur havt alstóran

týdning fyri menningina av føroyskum barna-

bókmentum

Solveig Debess

Uppvøkstur og útbúgving

Hans Andrias Djurhuus varð føddur í 1883 í áarstovu í Havn.

Sum blaðungur maður fór hann til skips eina tíð men har treivst

hann ikki so væl í 1901 fór hans andrias á háskúla í føgrulíð

og har fekk hann fyri fyrstu ferð í lívi sínum undirvísing í

føroyskum  hann las nógv og honum dámdi væl at práta um

skaldskap.

Eftir háskúlatíðina fór hans andrias á læraraskúla í Havn, haðan hann

tók læraraprógv í 1905 fyrsta árið var hann vikar-

ur í klaksvík síðan lærari í havn í sandavági og á tvøroyri

í 1919 kom hans Andrias aftur til havnar og gjørdist lærari

í realskúlanum og føroya læraraskúla har starvaðist hann til

hann doyði í 1951.

Fyrsti føroyski barnabókarithøvundurin

Tá ið hans andrias byrjaði sum lærari sá hann beinanvegin at

børnunum tørvaði lesnað tá í tíðini vóru ikki nógvar bøkur á

føroyskum – og als ikki til børn tí fór hann í holt við at skriva

– í fyrstuni smásøgur og skjaldur til lesibøkurnar hjá A. C.

Evensen sum komu út í byrjanini av 1900-árunum

Landafrøði

Spurningar til 19.9.2025

1. Evropa sum heimspartur (s. 8–9): Hvat merkir tað, at Evropa er “miðdepil”? Hvat eru sterku og veiku síðurnar?
2. Land og øki (s. 10): Hvussu er Evropa býtt sundur? Hvat er serligt við londunum í Eysturevropa og Balkan?
3. Størst og minst (s. 11): Hvørji lond eru størst/minst, og hví er tað áhugavert? Hvat fyri eina søgu hevur San Marino?
4. Jarntjaldið (s. 11): Hvat var tað, og hvussu ávirkaði tað Evropa?
5. Kortagranskarar (s. 12): Finnið 5 lond, sum liggja á markinum millum Evropa og Asia. Hvussu síggja tit, hvar markið gongur?

Eingi økir