Boðklivi
Góðu foreldur
Vinarbamsan hevur nú verið og vitjað øll í 1.a
Fyrst og fremst! Stóra takk fyri tykkara íkast! Børnini hava tikið væl í móti hesum og hava verið íðin og so errin, tá tað hevur verið teirra túrur at fáa Vinarbamsuna á vitjan.
Vit halda á við hesum. Eitt nýtt hefti er lagt í taskuna, eitt hefti uttan linjur. Børnini eru vælkomin at gera linjur sjálvi at skriva á. Eggið fegin børnunum til at tekna og kanska eisini skriva eitt sindur av tekstinum sjálvi.
Vinarbamsan gleðir seg at vitja fittu vinir sínar enn eina ferð :)
Eyka:
Fríggjadagin 13. mars høvdu vit ein sera góðan 'bamsufund'. Vit tosaðu um týdningin av at hava virðing fyri hvørjum øðrum, týdningin av at siga frá og at hjálpa hvørjum øðrum. Tey dugdu so væl at seta orð á sínar kenslur og at lurta eftir hvørjum øðrum :)
Vh Eva
Góðu foreldur,
hetta eru tey fýra virðini, sum vit tosa við børnini um hvønn fríggjadag, tá vit hava bamsufund.
Minnið børnini á tey.
Góðu foreldur :)
Sum partur av verkætlanini Betri Vinir fara børnini í flokkinum upp á skift at hava hesa bamsuna heim við sær í vikuskifti. Hetta er ein liður í arbeiðinum við at styrkja samanhaldið og sosialu evnini hjá børnunum. Barnið fær eina tasku við heim, har bamsan og eitt hefti liggur í. Hvørt barn eigur 2 síður í hefinum at tekna og at skriva í.
Tá barnið hevur havt bamsuna heima, skulu tit saman við barninum, skriva ein stuttan tekst og barnið teknar eina mynd, sum vísir, hvat barnið og bamsan hava gjørt saman í vikuskiftinum. Tað kann t.d. vera ein túrur, eitt hugnaligt kvøld heima, eitt spæl ella okkurt heilt annað.
Hetta verður síðani lisið upp og víst fyri flokkinum mánadag ella týsdag, áðrenn bamsan fer víðari til næsta barnið fríggjadag.
Vit vita, at børnini gleða seg nógv, og tí vóna vit, at tit sum foreldur taka væl ímóti hesum lítla átakinum og stuðla barninum við at skriva og tekna.
Taskan við hefti og bamsu skulu latast aftur í skúlan mána- ella týsmorgun.
Vinarliga
Annika og Eva