Boðklivi
Boðklivi 2.b
Kunning
Eg skal kunna tykkum um, at eg eri sjúkraskrivað næstu vikurnar og Sigrid av Reyni Thomassen lesur mínar tímar. Teldupostadressan hjá Sigrid er: st1104v2@skulin.fo
Vinaliga
Turið á Tórgarði
Sigrid er eisini virkandi flokslærari(lagt afturat: Anna MariaReinert Jensen)
Næminga- og foreldraviðtalur
Heilsufrøðingurin
Næstu vikurnar bjóðar heilsufrøðingurin øllum børnum í 2. fl til samrøðu og kanning.
Undirvíst verður um reinførið. Somuleiðis verður tosað um trivna, har evnini kostur, svøvnur, rørsla og vinarskapur verður umrøtt.
Børnini hava øll fingið ein brævbjálva heim við. Foreldrini verða biðin um at sita saman við barninum, meðan tað setur krossarnar á viðlagda pappíri. Hetta skal latast aftur til flokslæraran skjótast gjørligt.
Umframt samrøðuna við heilsufrøðingin verða eyguni, hædd og vekt kannað.
Foreldur eru vælkomin at seta seg í samband við heilsufrøðingin, um tørvur er á hesum, áðrenn tosað verður við barnið.
Elin S. Holm
Tlf. 562334
Elinh@gigni.fo