Boðklivi

Boðklivi 5.b

Kunning um lesing

Næmingarnir hava allir fingið bókina, sum teir lesa í lesiløtuni, heim við.

Í ár eitur lesiløtan hjá okkum – ein lesiuppliving.

Tað er ógvuliga gevandi fyri lesimenningina hjá næmingunum, at tit heima stuðla lesingini og vísa áhuga fyri tí, sum tey lesa og lesa saman við teimum. Práta um innihaldið í bókini og um trupul orð ella orðingar. Skrivið í blaðið, sum er við bókini.

Lesivikan heldur fram í komandi viku og tað er sera umráðandi, at bókin kemur við aftur í skúlan hvønn dag.

Tey, sum ikki eru liðug við bókina fríggjadagin áðrenn heystfrítíðina, kunna læna hana heim við og lesa í heystfrítíðini. Men bókin Fornt, skal latast inn í seinasta lagi fríggjadagin 9. oktobur.

Góðan lesihug og minnist til bókina!

V. Sóleyð

 

 

Foreldrafundur í miðdeild

Mikudagur 13. august 2025

Góðu foreldur og avvarandi.

Tað var deiligt at síggja allar næmingarnar aftur, nú eitt nýtt skúlaár er byrjað. Vit sóu glaðar og vælnøgdar næmingar í morgun :-)

Vit sum eru knýtt at 4.b, gleða okkum til eitt gott og mennandi skúlaár og framhaldandi gott samstarv.

Tykkum til kunningar er Jónatan, saman við familjuni, fluttur til Runavíkar at búgva. Vit ynskja teimum alt tað besta.

Vinarliga heilsan Bjørg