Vikuætlan
Vikuætlan
Vika 36 - 2026
Mánadagur
31. august
Evnisvikan byrjar
Evnið er útilív, og vit vera nógv úti hesa vikuna - óansæð veður. So tað er umráðandi at vera ílatin til veðrið hvønn dag í vikuni.
Vit møtast í stovunum hvønn morgun kl. 8:00, har vit byrja dagin við at syngja, práta og gera onkra uppgávu. Minnist til pennahúsið. Eftir hetta fara vit túrar í nærumhvørvinum, bæði styttri og longri túrar, saman við 1.a.
Góðu foreldur, kunnu tit práta við tykkara børn um at virða tær reglur, sum eru galdandi, tá vit fara túrar. Tað er umráðandi, at vit øll fylgjast. Vit ganga í somu rekkju hvønn dag, tvey og tvey. Ein lærari er altíð fremst, og ein er aftast. Vit lurta, tá lærarin tosar, vit tosa pent við hvønn annan og ansa sum heild væl eftir hvør øðrum og ikki minst okkum sjálvum.
Í dag eru vit í skúla til kl. 11:20. Frítíðarskúlin tekur sum vant ímóti næmingunum hvønn dag.

Týsdagur
1. september
Evnisvika
Í dag eru vit í skúla til kl. 13:20.
Vit fara ein longri túr, og skulu næmingarnir tí hava ein lítlan ryggsekk ella túrtasku við, sum rúmar einum matpakka og vatndunki.

Mikudagur
2. september
Evnisvika
Í dag eru vit í skúla til kl. 11:20.
Vit fara enn ein túr, so minnist til tey góðu útiklæðini og eyka skiftiklæðir.

Hósdagur
3. september
Evnisvika
Vit eru í skúla til kl. 11:20.
Á skránni er útispøl, og fara vit eisini at týna skøru í nærumhvørvinum.

Fríggjadagur
4. september
Evnisvika
Vit eru í skúla til kl. 11:20.
Vit hava bjóðað allari grunddeild oman til okkum í Lítlaskúla at hava eina hugnaliga sangløtu saman.
Dagurin endar uppi í Pyramiduhøllini, har tikið verður saman um evnisvikuna.
Gott vikuskifti!

Samband
Karin Jógvansdóttir - tlf. 262810
Súsanna Kerá - tlf 227423
Flokskonta
Vinaliga flytið 200 kr. fyri skúlaárið 26/27 á 9181-6218808
Foreldra- og trivnaðarumboð
Beinta, mamma Eyð
Durita, mamma Kristoffur
Herborg, mamma Ragnar